Frida Kahlo
Frida Kahlo de Rivera (fødd Magdalena Carmen Frieda Kahlo y Calderón; 6. juli 1907 – 13. juli 1954) var ein meksikanskur listamálari, fødd í Coyoacán,[1] sum var best kend fyri sínar sjálvsmyndir.[2]
Lívið hjá Kahlo byrjaði og endaði Mexico City, í heimi hennara, sum var kent sum Bláa Húsið. Hon fortaldi, at hon var fødd 7. juli 1910, men føðiváttan hennara avdúkaði, at hon varð fødd 6. juli 1907. Eftir øllum at døma ynskti hon at føðiár hennara skuldi vera samstundis sum meksikanska kollveltingin byrjaði, soleiðis at lív hennara byrjaði samstundis sum nútíðar Meksiko.
Meksikonsk mentan og amerindiansk mentan og siðvenja hava stóran týdning fyri listina hjá Kahlo, og av og á verður hennara list søgd at vera naiv list ella fólkslig list. Verk hennara verða eisini søgd at vera surrealistisk.
Kahlo var úti fyri einari álvarsligari ferðsluvannlukku, tá hon var 25 ára gomul, hon sat í einum bussi, sum rendi saman við einum trolleybussi. Hon var illa særd, og var plágað av pínu restina av lívinum. Eitt skifti sat hon eisini í koyristóli. Vannlukkan var eisini orsøkin til, at hon fót í holt við at mála. Hon segði, at orsøkin til at hon so ofta málaði seg sjálva var tann, at hon so ofta var einsamøll, og at "eg eri tað evnið ið eg kenni best", sum hon segði.
Hon sá nógv upp til meksikanska listamannin Diego Rivera, og í 1929 blivu tey gift. Hon kundi ikki fáa børn orsakað av vanlukkuni.
Kahlo var tað fyrsta listafólki úr Meksiko, sum seldi eitt listaverk til kenda franska listasavnið Louvre, tað hendi eftir at hon hevði eina framsýning í París í 1939.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Frida Kahlo". Smithsonian.com. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-10-20. https://web.archive.org/web/20121020162822/http://www.smithsonianmag.com/arts-culture/kahlo.html. Heintað 2008-02-18.
- ↑ Frida Kahlo av Adam G. Klein