Stinkdýr
Stinkdýr | ||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Flekkut stinkdýr (latín Mephitis mephitis)
| ||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||
|
Stinkdýr ella skunkar (frøðiheiti Mephitidae) leita sær føði um náttina og eru serliga virkin tíðliga á morgni og í skýmingini. Tey verða tald upp í márarnar, ið eru í Norðuramerika og Evrásia. Stinkdýr halda til í skógum í USA og Kanada. Trý høvuðssløg eru: Rondut stinkdýr (frøðiheiti Spilogale), Flekkut stinkdýr (Mephitis mephitis) og Nasastinkdýr (Conepatus). Stinkdýr hava svørtu og hvítu litsetingina sum grevlingarnir, men tey hava lagan ývnan hala. Tey grava sær holur, men t.d. flekkuta stinkdýrið fær eisini klivið í trøum. Á kroppinum eru stinkkertlar, ið lata úr sær stinkflot, kennir stinkdýrið seg hótt. Áðrenn dýrið sprænir, trampar tað í jørðina at ávara. Dýrið er tiltikið at spræna stinkflot úr eitlum undir halanum eftir fíggindum. Fær dýr hetta flot í eyguni, verður tað blindað góða løtu. Stinkdýr dugir sera væl at miða, so tú mást ansa tær, um tú ert minni enn tríggjar metrar burtur frá stinkdýrinum. Fólk kunnu lukta ræðuliga luktin ein kilometer burturi. 13 stinkdýrasløg eru í Norður- og Suðuramerika. Tey eta smádýr, fruktir og egg. Eyðkenda svarta og hvíta litsetingin á ronduta stinkdýrinum ávarar onnur dýr at koma ov nær.
Flokking
[rætta | rætta wikitekst]Trý høvuðssløg og 13 stinkdýrasløg eru.
- Ætt: Mephitidae (Stinkdýrfamiljan)
- Slekt: Conepatus (Nasastinkdýr)
- Slag: Conepatus chinga
- Slag: Conepatus humboldtii
- Slag: Conepatus leuconotus
- Slag: Conepatus mesoleucus
- Slag: Conepatus semistriatus
- Slekt: Mephitis (Flekkut stinkdýr)
- Slag: Mephitis macroura
- Slag: Mephitis mephitis
- Slekt: Spilogale (Rondut stinkdýr)
- Slag: Spilogale putorius
- Slag: Spilogale pygmaea
- Slekt: Conepatus (Nasastinkdýr)