Jump to content

Malta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tjóðveldið Malta
Repubblika ta' Malta
Flagg Malta
(Flagg Malta)
Skjaldarmerki Malta
(Skjaldarmerki Malta)
Tjóðarslagorð: Einki
Tjóðsangur: L-Innu Malti
Alment mál Maltiskt, Enskt
Høvuðsstaður Valletta
Forseti Myriam Spiteri Debono
Forsætisráðharri Robert Abela
Fullveldi 21. september 1964
(frá Stóra Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
316 km²
0.001 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
519,562
1,644/km²
Gjaldoyra Evra (EUR)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .mt
Telefonkota +356

Malta er eitt land í Suðurevropa. Malta er tríggjar oyggjar: Malta, Gozo og Comino; Malta er á stødd við Streymoynna, men tað búgva 400.000 fólk á Malta, so har er ógvuliga tættbygt. Høvuðsstaðurin, sum eisini er mentanarligi og umsitingarligi miðdepilin, eitur Valetta. Aðrir stórir býir er Birkirkara, Qormi og Sliema. Almennu málini eru tvey í tali, maltiskt og enskt. Malta loysti frá Stóra Bretlandi í 1964.

Uml. 1 mió. ferðafólk vitja árliga. Ferðafólkini eru fyri tað mesta bretar og italiumenn. Italiumenn, tí oyggin liggur so stutt frá, bretar, tí at oyggin áður var bretskt hjáland. Flestu ferðafólkini búgva í forstøðunum St. Julians, Paceville og Sliema, sum næstan eru vaksnir saman við Valletta. Fólkatalið er vaksið ógvisliga seinastu tíggjuáraskeiðini, og Sliema er nú vorðin størsti býur á Malta.

Millum tey kendu, ið hava verið á Malta, er Paulus ápostul.

Valletta er bygdur av víðagitna Johanittar-lagnum, sum ráddi á oynni frá 1530 til Napoleon Bonaparte kom hagar í 1798. Fyri at verja seg ímóti turkiska flotanum, sum uttan íhald leyp á Malta, varð Valetta bygdur sum eitt rættiligt verndarvirki. Býurin liggur á einum nesi, ið stingur seg út í stóru náttúruhavnina, og skansin ýtst á nesinum vardi innsiglingina so væl, at virkið at kalla ikki kundi vera tikið.

Av tí at Malta liggur soleiðis fyri, at nógv skipaferðsla á miðjarðarhavi er har í nánd, hava ymisk fremmand ríki rátt har í øldir. Men 21. september 1964 fær Malta sjálvstýri frá Stóra Bretland. Tað, at tir hava staðið so leingi undir øðrum, er kanska atvøld til, at maltesar eru so tjóðskaparsinnað fólk. Flestu fólk eru katolikkar og tala sítt egna mál. Malta er tvær meginoyggjar, Malta og Gozo, og lítla oyggin Comino.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Í Miðjarðarhavi, 90 km sunnan fyri Sisiliu og 290 km eystan fyri Tunesia, liggur lítla oyggjalandið Malta. Malta er eitt av minstu londunum í Evropa. Oyggjarnar eru 320 ferkilometrar stórar til samans, og sjálv Malta er 246 ferkilometrar - t.e. eitt sindur minni enn Eysturoyggin. Góð 419.000 fólk búðu í 2007 í oyggjunum, av teimum búðu um 360.000 á sjálvari Malta. Tjóðin Malta er seks oyggjar, eingin býr á trimum teirra. Fólk býr á Comino, Gozo og høvuðsoynni Malta. Og so eru tær óbygdu Filfla, Cominotto, St. Pauls og drangurin Fungus Rock.

Stórmeistaranna torg, har riddararnir í síni tíð livdu í stórbærum og óhóvsomum umhvørvi, er varðveitt.

Ferðavinna hevur stóran týdning í Malta. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Eitt annað, ferðafólk koma at síggja, eru vøkru bygningarnir, sum vórðu reistir, meðan rómverjar og seinni býsantinar ráddu í Malta. Seinni er byggilistin eisini ávirkað av italskari og bretskari byggilist. Jørðin er kørg, og landbúnaðurin gevur lítið av sær. Malta hevur at kalla einki náttúruríkidømi at byggja búskap sín á. Hóast hetta er Malta sjálvforsýnandi við fleiri landbúnaðarvørum. Seinastu árini hevur ymiskur smáídnaður, t.d klædnaídnaður, vundið nógv upp á seg.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Kynsleyst hjúnalag

[rætta | rætta wikitekst]

Mánadagin 14. apríl 2014 samtykti maltesiska parlamentið eina nýggja lóg sum javnstillar samkynd parlag við hjúnabandið [1]. Samkynd pør fáa eisini rættin at ættleiða. Lógin var móttikin við miklum fagnaði frá fleiri túsund fólkum á einum torgi uttanfyri høvuðsstaðin Valletta. Sambært Reuters var forsætisráðharrin Joseph Muscat serdeilis vælnøgdur við nýggju lógina: Malta er nú meira liberalt og meira europeiskt, og vit hava javnsett allar íbúgvarnar, segði hann [2][3].

  1. http://www.huffingtonpost.com/2014/04/15/malta-gay-partnerships_n_5148866.html
  2. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/malta-feirer-ny-homolov/a/10139345/
  3. http://www.reuters.com/article/2014/04/14/us-malta-gays-idUSBREA3D1OS20140414

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið