Vatikanið
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Inno e Marcia Pontificale | |||
Alment mál | Latín1 | ||
Høvuðsstaður | Vatikan býur | ||
Pávi | Frans pávi | ||
Stjórnardeildskardinálur | Angelo Sodano | ||
Fullveldi | 11. februar 1929 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
0,44 km² 0 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2005 - tættleiki |
921 2093/km² | ||
Gjaldoyra | Evro (EUR) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .va | ||
Telefonkota | +39
| ||
Vatikanið (latín: Status Civitatis Vaticanae, italskt: Stato della Città del Vaticano), eisini nevnt Vatikanríkið, er mitt í Rom og er heimsins minsta frælsa ríki. Mong fólk koma higar at vitja, tí at hetta ríkið hevur stóran átrúnaðarligan týdning, og har eru stór mentanarsøvn. Vatikanið hevur egið flagg, egnan tjóðsang, egin frímerki og egnar myntir umframt dagblað og útvarpsstøð. Har búgva eini 1.000 fólk.
Pæturskirkjan er í Vatikanríkinum, og er ein av størstu kirkjunum í heiminum, og miðdepil hjá katólsku kirkjuni. Her hevur katólska kirkjan høvuðssæti, og her býr pávin. Fyrr ráddi pávin fyri mongum ríkjum í Italia; men nú á døgum er bara Vatikanríkið eftir. Pávin er hægsti myndugleiki fyri róma-kirkjuni. 900 milliónir eru rómversk-katólskar.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Vatikanið er eitt teokrati.
Landalæra
[rætta | rætta wikitekst]Vatikanríkið er í Róm. Tað er bara 0,44 km2 og er heimsins minsta sjálvstøðuga land.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsvinnur í Vatikanstatinum eru
[rætta | rætta wikitekst]- Prenting
- Myntsláing
- Heiðursmerkjaframleiðsla
- Frímerkjaframleiðsla
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Útsýnið av tekjuni á Pæturskirkju. Fremst er Pæturstorgið, sum altíð er fullsett av fólki, tá ið pávin talar og lýsir signingina yvir tey.
-
Kort yvir Vatikanríkið
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíðan hjá Vatikaninum
- CIA World Factbook um Vatikanið Archived 2004-10-06 at the Wayback Machine