Jump to content

Butan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kongsríkið Butan
Flagg Butan
(Flagg Butan)
Skjaldarmerki Butan
(Skjaldarmerki Butan)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Druk Tsendhen Koepay Gyelkhab
Alment mál Dzongkha
Høvuðsstaður Thimphu
Kongur Jigme Khesar Namgyel Wangchuck
(འཇིགས་མེད་གེ་སར་རྣམ་རྒྱལ་དབང་ཕྱུག)
Forsætisráðharri Tshering Tobgay (ཚེ་རིང་སྟོབས་རྒྱས།)
Fullveldi 8. august 1949
(frá India)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
47,000 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
727.145
17,3/km²
Gjaldoyra Ngultrum (BTN)
Tíðarøki UTC +6
Økisnavn á alnetinum .bt
Telefonkota +975

Kongaríkið Bhutan ella Butan (dzongkha: Brug rGyal-Khab) er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Av hesum búgva eini 100 túsund í Thimphu. Thimphu er høvuðsstaður í Butan. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Í norðri hevur Butan mark við Kina, í eystri, suðri og í vestri við India. Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin (nú Jigme Khesar Namgyel Wangchuck), er einaveldugur. Miðallívsævin í landinum er 65.53 ár.

Dzong í Paro-dalinum.
Trashigang Dzong- eitt buddistiskt kleystur..
Takin er tjóðardjór í Butan.

Um 70 % av fólkinum í Butan er drupukar, ið eru ættaðir úr Tibet. Drupukarnir tala dzongkha, almenna málið í Butan, sum er skylt við tibetanskt. Í 1990 elvdu samanbrestir ímillum drupukar og lotsampafólkið, ið er ættað úr Nepal, til harðligar mótmælisgongur ímóti kongsveldinum. Hetta hevði við sær, at Butan varð stongt fyri útlendingum.

Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni.

Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".

53 % av fólkinum eru ikki lesifør.[1]

Høvuðsstaðurin í Butan, Thimphu.
Fólkatalsfrøði.
Landslutir í Butan.
Kort yvir landið.

Náttúrutilfeingi er lítið; men har eru nógvar stríðar áir, og tey eru farin at byggja vatnorkuverk.

Landið kundi havt stóra inntøku av timburútflutningi, men hevur noktað at høgga trø niður, tí tað skaðar umhvørvið. Planleggingarráðharrin hevur sagt: "Vit vilja ikki kasta okkum treytaleyst inn í alt, sum er modernað. Vit royna tí at varðveita okkara mentan, okkara siðaarv, okkara virðisskipan og okkara mentanarstovnar".

Uttanlandshandil

[rætta | rætta wikitekst]

Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2006, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook.[2]

Útflutningur Innflutningur
1. India India 67 % India India 60.7 %
2. Hong Kong Hongkong 29.8 % Japan Japan 9.5 %
3. Teiland Teiland 1 % Týskland Týskland 5 %

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1998 vitjaðu 500.000 ferðafólk grannalandið Nepal. Butan loyvdi ikki meira enn 6.000 ferðafólkum inn í landið. Hvør einstakur ferðamaður fekk strong boð um, hvussu hann skuldi fyrihalda seg. Millum annað varð forboðið teimum at geva børnum góðgæti ella annað, tí tey skuldu ikki verða lærd at bidda.

Men fangarmarnir hjá altjóða kapitalismuni røkka langt. Líka til Butan, har parabolantennur vaksa sum hundaland. Ávirkanin frá Vesturheiminum sæst longu væl. Kurvabóltur er vorðin tjóðarítrótt í staðin fyri bogaskjóting. Boogie Woogie, eitt sjónvarpsshow, sum Golcate stuðlar fíggjarliga, kappast við panoramaútsýnið til Himaleia. Teldupostur er komin í staðin fyri brævskriving, hóast tann elsta av teimum fýra konunum hjá kongi bjóðaði fólki at senda brøv ókeypis í 10 dagar fyri at forða hesari gongd. Børn, sum fara pílagrímsferð til kleystur at biðja, eru ílatin Spice Girls t-skjúrtur. Í høvuðsstaðnum Thimphu selja 25 privatar sølubúðir sjónbond. Sjálvt Butan, tað seinasta Shangri-La, er fallið. Landið loyvir vesturlendskari ávirkan, tí tað er ikki ført fyri at halda ímóti freistingunum og kann ikki halda fram við avbyrgingarpolitikkinum.

Støðan reisir nógvar spurningar. Hvussu long tíð gongur, til altjóðagerðin og tær frælsu marknaðarkreftirnar hava víggirt seg so væl, at tað vendist ikki aftur? Verður Butan ført fyri at finna eina millumleið? Fara mammon og MTV-mentanin skjótt at yvirtaka tann fagnað, Budda hevur átt? Hvussu leingi aftrat kunna kongur og hansara fýra konur stýra búskapinum og átaka sær ábyrgdina av vælferðini hjá borgarunum?

Neyvan leingi, skula vit meta eftir gongdini aðrastaðni. Men so leingi tað varar hevur butanski staturin tað størsta fíggjarliga valdið, til dømis er tað mesta av ídnaðinum statsogn, og staturin røkir fólksins vælferð. Tað sama var galdandi í USA og Evropa stóran part av farnu øld, til lat-standa-til-kapitalisman tók seg fram í 1970-unum og 80-unum. Áðrenn myndugleikarnir løgdu saman ástir við fría marknaðin.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir

[rætta | rætta wikitekst]
Landslutur Áður Dzongkha (mál) Uttalast
1. Bumthang བུམ་ཐང་ Bºumtha
2. Chukha Chhukha ཆུ་ཁ་ Chukha
3. Dagana དར་དཀར་ནང་ Dºagana
4. Gasa མགར་ས་ Gâsa
5. Haa ཧད་ / ཧཱ་
6. Lhuntse Lhuntshi ལྷུན་རྩེ་ Lhüntsi
7. Mongar མོང་སྒར་ Mongga
8. Paro སྤ་གྲོ་ Paro
9. Pemagatshel Pemagatsel པདྨ་དགའ་ཚལ་ Pemagatshä
10. Punakha སྤུ་ན་ཁ་ Punakha
11. Samdrup Jongkhar བསཾ་གྲུབ་ལྗོངས་མཁར་ Samdru Jongkha
12. Samtse Samchi བསམ་རྩེ་ Samtsi
13. Sarpang གསར་སྦང་ Sarbang
14. Thimphu ཐིམ་ཕུག་ Thimphu
15. Trashigang Tashigang བཀྲ་ཤིས་སྒང་ Trashigang
16. Trashiyangste བཀྲ་ཤིས་གཡང་རྩེ་ Trashi'yangste
17. Trongsa Tongsa ཀྲོང་གསར་ Trongsa
18. Tsirang Chirang རྩི་རང་ Tsirang
19. Wangdue Phodrang Wangdi Phodrang དབང་འདུས་ཕོ་བྲང་ 'Wangdi Phodrºa
20. Zhemgang Shemgang གཞལ་སྒང་ Zhºämgang

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. "CIA World Factbook". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-09-12. https://web.archive.org/web/20090912045414/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/. Heintað 2008-09-16. 
  2. CIA World Factbook Archived 2008-08-12 at the Wayback Machine: