Ísrael
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: "Hatikvah" | |||
Alment mál | Hebraiskt, Arábiskt | ||
Høvuðsstaður | Jerúsalem | ||
Forseti | Isaac Herzog (יצחק הרצוג) | ||
Forsætisráðharri | Benjamin Netanyahu (בִּנְיָמִין נְתַנְיָהוּ) | ||
Fullveldi | 14. mai 1948 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
20 770/22 072 km² 2,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
8.238.300 387,63/km² | ||
Gjaldoyra | Shekel (ILS) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .il | ||
Telefonkota | +972
| ||
Ísrael ella Ísraelsland (hebraiskt: יִשְׂרָאֵל, Yisrā'el; arábiskt: إِسْرَائِيل, ʾIsrāʾīl), alment kent sum Ísraelsríki (hebraiskt: מְדִינַת יִשְׂרָאֵל, Medīnat Yisrā'el; arábiskt: دَوْلَة إِسْرَائِيل, Dawlat ʾIsrāʾīl), er eitt land í Miðeystri, statt eystan fyri Miðjarðarhavið. Landið hevur mark við Libanon í norðri, Sýria í ein landnyrðing, Jordan og Vestara Áarbakka í eystri, Egyptaland og Gasageiran í ein útsynning og hevur mong, landafrøðiliga ymisk eyðkenni í lutfalsliga smáa øki sínum [1][2]. Ísraelska ríkið var sett á stovn í 1948, til tess at jødar um allan heimin skuldu eiga eitt heimland. Ísrael er einasta land í heiminum, har meginparturin av íbúgvunum eru jødar, og er ásett av ísraelsku stjórnini at vera jødiskt fólkaræði [3].
Landsparturin hevur havt fleiri nøvn, sem Palestina, Judea, Samaria, Suðursýria, Sýria Palestina, kongsríkið Jerusalem, landsparturin Judea, Coele-Syria, Retjenu og Kanaan. Ísrael hevur umleið 7,2 mió. íbúgvar, og hevur tvey almenn mál: hebraiskt og arábiskt. Miðallívsævin í landinum er 82 ár. Av teimum 7,2 mió. fólkum, sum nú búgva í Ísrael, eru 20,5 % palestinarábar. Høvuðsstaður er Jerúsalem og aðrir stórir býir er Tel Aviv-Jaffa, Haifa og Rishon LeZion.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Rómverjar taka Ísrael
[rætta | rætta wikitekst]Í 198 f.Kr. tók Antiokius 3., eisini nevndur Antiokius Mikli, sum var kongur í Selevkia (Sýria) ræði í Ísrael. Hann royndi at noyða grikska mentan og trúarlæru í jødiska fólkið. Jødar høvdu ávíst sjálvstýri, sum høvuðsprestarnir stóðu á odda fyri, men nakrir teirra brutu jødiska lóg fyri at toknast selevkum. Í 168 f.Kr. gjørdu jødar uppreistur við Judasi Makkabeusi og brøðrum hansara á odda og settu á stovn egið ríki, sum varð stýrt eftir strongum trúarlógum. Teir tóku høvuðsstaðin, Jerúsalem, settu eitt ráð at stýra og høvdu valdið til 63 f.Kr., tá ið rómverjar tóku Ísrael settu makkabearan Hyrkanus sum landshøvdinga. Í 37 f.Kr. settu rómverjar ráðharra Hyrkanusar, Heródes, sum var hálvur jødi, til kong, og landið fekk navnið Júdea. Heródes læt m.a. stóra templið í Jerúsalem byggja upp aftur, men hesin prýðiligi bygningurin var fullkomiliga lagdur í oyði, tá ið rómverjar bardu niður ein uppreistur og rændu Jerúsalem í 70 f.Kr. Í mangar øldir sluppu jødar bara einaferð um árið inn í Jerúsalem at biðja framman fyri tí, ið eftir var av tempulmúrinum, Grátimúrinum, og syrgja um býin, teir høvdu mist [4].
Makkabearar bygdu Masada, eitt verndarvirki ovast á einum berligum fjalli sunnanfyri Jerúsalem. Heródes læt Masada byggja um til eina væl varda borg við heitum baði, goymslurúmum og sýnagogu. Tá ið hann doyði, var borgin ikki nýtt longur, men tey, sum livdu eftir, tá ið Jerúsalem varð lagdur oyðin, flýddu hagar. Í trý ár vardu tey seg fyri rómverskum álopum. Tá ið tað umsíðir eydnaðist rómverjum at taka Masada í 73 f.Kr., sóu teir, at tey, sum høvdu vart borgina, høvdu beint fyri sær, tí at tey vildu ikki falla í fíggindahendur.
Undir bretskum yvirræði
[rætta | rætta wikitekst]Rómverska hersetingarvaldið rak jødiska fólkið úr heimlandi teirra Ísrael fyrstu øldirnar e.Kr. Jødarnir búsettu seg í mongum londum í Evropa, men gloymdu ongantíð at teir vóru jødar og hildu fast um samleika sín. Javnan søktu onnur fólkasløg at teimum. Í 19. øld høvdu hesar atsóknir, ella jødahatrið, við sær, at ein rørsla, ið hevði til endamáls at fáa jødum gamla heimland teirra, Palestina, aftur, varð stovnað. Rørslan varð nevnd sionisma, og fekk stóra undirtøku í t.d. Stóra Bretlandi. Í brævi til Rothschild lord, ein av oddamonnunum fyri bretsku jødunum, kunngerð uttanríkisráðharrin í Bretlandi Arthur Balfour alment, at stjórnin stuðlaði kravinum. Brævið gjørdist kent sum Balfouryvirlýsingin. Eftir Fyrra Heimsbardaga gjørdist Palestina bretskt yvirvaldsøki eftir at hava staðið undir Osmannaríki í fýrahundrað ár. Næstan alt fyri eitt kyknaði stríð ímillum jødiskar innflytarar og arábarar, sum høvdu búð har í øldir. Í 1937 skutu bretar upp at býta Palestina sundur í tvey ríki, eitt arábiskt og eitt jødiskt, men arábar góðtóku ikki uppskotið.
Stovnan
[rætta | rætta wikitekst]Í øðrum heimsbardaga (1939-1945) týndu týsku nasistarnir einar 6 milliónir jødar [5]. Í 1947 viðtók ST at seta á stovn eitt ísraelskt og eitt palestinskt-arábiskt ríki í Palestina. Ísrael varð lýst sum jødiskt ríki 14. mai í 1948. Fyri tað æt landið Palestina. Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Ísrael og mátti liva sum flóttafólk. Heimleysir palestinar flýddu til flóttafólkalegur í t.d. Jordan, Gasa, Libanon og Sýria. Arábisku grannalondini stýttu fyri, at ST skuldi leggja seg uppí, og lupu á Ísrael dagin eftir, men vórðu við undirlutan. Fleiri enn 600 000 palestinar gjørdust heimleysir í krígnum. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum ísraelsmenn, palestinar og arábisku grannalondini. Fyri tað, at ísraelska ríkið varð sett á stovn, búðu jødar spjaddir um allan heim. Mangan vóru teir fyri herviligum atsóknum [6]. Eftir annan heimsbardaga fluttu tíggjutúsundtals jødar úr øllum heiminum til Ísraels, heimlandið hjá forfedrum sínum [7].
Friðarsamráðingar
[rætta | rætta wikitekst]Í friðarsamráðingunum fekk Ísrael alt økið, sum teimum varð lutað í 1947, og mong øki, sum vóru lutað palestinum. Ísrael noktaði at lata palestinum tað, teir kravdu, og arábisku londini noktaðu at viðurkenna Ísrael, og tað elvdi til kríggj í 1956, 1967 og í 1973. Í Seksdagakrígnum í 1967 hersetti Ísrael Gasageiran og Vestara Áarbakka við Jordaná, har yvir ein millión palestinar búðu. Drúgva stríðið í hesum økjum hevði við sær, at palestinar í 1987 birtu í uppreistur, nevndur intifada, ímóti ísraelska hersetingarvaldinum, men hann varð bardur niður.
Í september í 1993 undirskrivaðu PLO-formaðurin Yasser Arafat og ísraelski forsætisráðharrin Yitzhak Rabin Oslo-avtaluna saman við amerikanska forsetanum Bill Clinton. Teir vóru samdur um palestinskt sjálvstýri í bæði Jeriko og Gasa, og at eitt palestinskt ráð skuldi verða valt. Tætt búskaparligt samstarv skuldi verða millum partarnar. Í 1993 viðurkendi Palestina rætt Ísraels at verða til aftur fyri, at ísraelsku myndugleikarnir lovaðu at geva palestinum avmarkað sjálvstýri.
Rakettálop
[rætta | rætta wikitekst]Síðani 2003 eru 9.400 rakettir og spreingivarparar sendir úr Gasa inn í Ísrael (2009) [8]. Í 2005 tók Ísrael seg úr Gasa sum ein part av "land fyri frið" politikkinum hjá Ariel Sharon [9]. Túsundatals jødar vóru noyddir at flyta úr húsum sínum í Gasa tí ísraelska stjórning hevði gjørt eina avtalu við palestinsku myndugleikarnar [10]. Heilar ísraelskar bygdir og bygdaløg, á stødd við Klaksvík, vóru javnaðar við jørðina av jødiskum myndugleikum, tí økið skuldi verða givið palestinsku myndugleikunum í Gasa [11].
Hamas hevur ræðið í Gasageiranum. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir ísraelskar bygdir og sært og dripið nógvar ísraelar hesi seinastu árini [12]. Mestsum hvønn tann einasta dag hava rakettir verið sendar úr Gasa inn í Ísrael. Í 2008 vóru 3278 rakettir og spreingivarparar send úr Gasa inn í Ísrael [13]. Serstakliga býurin Sderot hevur verið dýktur undir í rakettum frá Hamas [14]. Mestsum hvønn dag í 2008 so mong hava íbúgvararnir í Sdereot og aðrastaðni í Suðurísrael verið noyddir at fara í bumbuskýli [15][16].
Í vápnahvíldartíðarskeiðinum millum Hamas og Ísrael 19. juni til 19. desember í 2008 sendi Hamas 543 rakettir og spreingivarparar inn í Ísrael [17]. Øll hesi raktett- og spreingivarparaálopini úr Gasa hava verið gjørd við tí endamáli at oyðileggja og drepa so nógvar jødar sum gjørligt, børn, kvinnu og menn [18][19]. Ongi hernaðarmál hava verið nær í námind av har sum rakettirnar hava rakt [20][21].
Síðani álopini úr Gasa byrjaðu í 2001 hava 28 fólk í Ísrael latið lív, summi av hesum hava verið palestinar og arbeiðarar úr øðrum londum, sum hava arbeitt í Ísrael [22]. Í hesum sama tíðarskeiðinum, 2001-2008 eru 1000 fólk í Suðurísrael særd av somu rakettálopum [23]. Í heili 8 ár hava ísraelsmenn verið dýktir undir í rakettum og spreingivarparum úr Gasa.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Ísrael hevur nógv samband við m.a. USA.
Kannabis
[rætta | rætta wikitekst]Marijuana er lógligt í Ísrael um tú hevur læknaváttan. Tikun Olam-fyritøkan hevur serloyvi til at selja marijuana til heilsuendamál [24]. "Ætlan 70 Pluss" er ein roynd at hjálpa eldri við tunglyndi, svøvnmangul, etingarólagi, v.f. Nógv av teimum sum eru við í ætlanini yvirlivdu týningarlegurnar hjá Adolf Hitler, men líða av seinárinum. Hesi eru millum tey sum nú fáa marijuana fyri at fáa kroppin og sinnið at slappa av [25].
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Nógvar stórar oyðimerkur eru veltar, og ídnaðurin er nútímans og fjølbroyttur. Ísraelsmenn brýna nógvar diamantar, og fjórðingurin av útflutningsinntøkum landsins eru frá diamanthandli. Óbrýndu diamantarnir verða innfluttir og síðan skildir, brýndir og blankaðir.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Næstan helvtin av matinum í Ísrael kemur úr stórum samyrkisbúgvum, Kibbutzum, har mong húski búgva og starva saman. Tey býta alt gerandisarbeiði sínámillum, til dømis reingerð, matgerð og búnaðararbeiði. Soleiðis hava ísraelmenn lagt inn stórt oyðimarkarlendi, sum verður vætað við teldustýrdum vatnveitingum. Av tí at støðugt stríð hevur staðið ímillum Ísrael og palestinar, og landið ofta hevur kríggjast við grannalond síni, eru herur og hertænasta natúrligur partur í lívi ísraelsmanna. 18 ára gomul mega bæði dreingir og gentur gera hertænastu í nøkur ár. Genturnar fáa somu hervenjing sum dreingirnir, men sleppa undan at fara á vígvøllin í bardaga.
Av teimum 7 miljónum íbúgvunum í Ísrael, eru 20,5 prosent arábar; umleið ein fimtapartur av íbúgvum Ísraels eru arábar, sum annaðhvørt eru muslimar ella kristin. 1,6 prosent av jødiska fólkatalinum, ið er 8 milliónir, eru kristnir arábarar. Arábiskir borgarar í Ísrael eru frítiknir fyri tænastu í ísraelska herinum. Hetta hevur verið so síðani 1948, tá ið fleiri arábiskar bygdir og býir gjørdust partur av nýstovnaða Ísraelska statinum, og fólkið í hesum bygdum og býum fingu ísraelskan borgararætt.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Ísrael liggur út ímóti eystaru Miðjarðarhavsstrondini. Norðanfyri er Libanon, eystanfyri eru Jordan og Sýria, og í ein útsynning er Egyptaland. Ísrael er langt, smalt land á eysturstrondini við Miðjarðarhav. Landslagið er skiftandi, fruktagóðir dalar, turrar oyðimerkur, fjøll, vøtn og áir. Ídnaðurin í landinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er framkomin. Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og hagar fara mong ítróttarfólk at aka á skíðum. Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum (-395 m niðan sjóvar).
Landslutir í Ísrael
[rætta | rætta wikitekst]- A. Golanheyggjar
- B. Vestari Áarbakki
- C. Gasageirin
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Israel", CIA Factbook (CIA), archived from the original on 2021-01-03, retrieved 13. apríl 2010 Check date values in:
|accessdate=
(help) - ↑ Skolnik 2007, pp. 132–232
- ↑ "Israel", Country Report (Freedom House), 2007, retrieved 15. juli 2007 Check date values in:
|accessdate=
(help) - ↑ http://www.aish.com/jl/h/48942446.html
- ↑ "Archive copy". http://isammeverden.cappelendamm.no/c326791/sammendrag/vis.html?tid=366061. Heintað 2012-01-01.
- ↑ http://www.globalis.no/Konflikter/Palestina
- ↑ http://snl.no/j%C3%B8der/historie
- ↑ http://www.un.org/News/Press/docs/2011/gaspd497.doc.htm
- ↑ http://news.bbc.co.uk/2/hi/middle_east/3774765.stm
- ↑ http://snl.no/Israel_%28Det_moderne_Israel%29/historie
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-28. https://web.archive.org/web/20111128053319/http://www.abcnyheter.no/nyheter/2011/11/26/israel-vurderer-moerklegge-gazastripen. Heintað 2012-01-01.
- ↑ http://news.bbc.co.uk/2/hi/8187446.stm
- ↑ http://www.bbc.co.uk/newsbeat/12662359
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-17. https://web.archive.org/web/20110817031539/http://www.dagen.no//Nyheter//IsraelMidt%C3%B8sten/tabid/255/Default.aspx?ModuleId=73081&articleView=true. Heintað 2012-01-01.
- ↑ http://www.vg.no/nyheter/utenriks/midtosten/artikkel.php?artid=502643
- ↑ http://www.nrk.no/nyheter/distrikt/ostafjells/buskerud/1.6426513
- ↑ http://www.dagbladet.no/2008/12/19/nyheter/utenriks/israel/hamas/gaza/4092912/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-08-22. https://web.archive.org/web/20120822054040/http://www.metro.co.uk/news/world/460501-hamas-threat-to-kill-jewish-children. Heintað 2012-01-01.
- ↑ http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/article3390305.ece
- ↑ http://www.csmonitor.com/World/Middle-East/2010/0128/Why-Hamas-is-denying-it-targeted-civilians-in-Israel
- ↑ http://www.newsmax.com/Emerson/Emerson-hamas-israel-gaza/2010/03/01/id/351248
- ↑ http://www.stavanger-kulturhus.no/stavanger_bibliotek/nord_soer_biblioteket/spoersmaal_og_svar/hvorfor_bomber_israel_gaza[deyð leinkja]
- ↑ http://www.globalsecurity.org/military/world/para/hamas-ops.htm
- ↑ http://www.nytimes.com/2013/01/02/world/middleeast/new-insights-on-marijuana-in-israel-where-its-illegal.html?pagewanted=all&_r=0
- ↑ http://www.usatoday.com/story/news/world/2012/11/03/israel-medical-marijuana-drugs/1678641/