Tjóðardagur Noregs
Appearance
Tjóðardagur Noregs er 17. mai. Norski tjóðardagurin minnir um ólavsøkuna við nógvum fólki, tjóðarbúnum, skrúðgongum, hornblástri, ballónum og glaðum fólkum. Børnini hava tó ein størri leiklut har enn á ólavsøku.
17. mai 1814 bleiv Noreg leyst frá Danmark og fekk egna grundlóg. Noreg kom tó at hoyra til Svøríki líka til 7. juni 1905. Her eru tveir týdningarmiklir dagar í søgu Noregs, men hjá norðmonnum er eingin ivi um, at 17. mai er tann dagurin, sum hevur størst týdning, tí tá bleiv grundin til sjálvstýri løgd.
Í mun til ólavsøkuna, sum vit bert halda í høvusðstaðnum, verður norski tjóðardagurin hildin kring alt Noreg.
Børn úr øllum barnagørðum og skúlum ganga skrúgongu 17. mai.
Norðmenn eru stoltir av sínum tjóðardegi.