Sun Tzu
Appearance
Sun Tzu (孫子; pinyin: Sūn Zǐ ), verður eisini skrivað sum : Sun-Tsu, Sun Tse, Sunzi, Sun Zi (av síni samtíð varð hann nevndur "Sun-Wu"), hann livdi umleið ár 500 f.Kr. í tí kinesiska statinum Wu (吳). Hann var generalur og hernaðarstrategur.
Bók hansara Krígslist (兵法; pinyin: bīngfǎ) verður hildin at vera tað elsta verkið um hernaðarliga strategi og er enn í dag eitt týðandi verk á økinum. Bæði Mao og Ho Chi Minh lósu og brúktu ávísingar úr bókini, har ein av teimum kendastu, men ofta yvirsæddu, er tann, at man altíð skal lata ein veg vera opnan fyri einum fígginda, ið man hevur vunnið á, so hann kann taka seg aftur.