Stari
Stari | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Starin (frøðiheiti - Sturnus vulgaris (faroensis)) er ein dimmur smáfuglur við spískum nevi. Stari er ein tann fuglur, sum mest er fyri eygum okkara, og tó eru nógv, sum als ikki vita, hvussu vakur hann er, "grásprøklutur" siga tey. Men hevur tú hann nær hjá tær, so sært tú, at hann skyggir vakurtgrønur og korkareyður, tætt settur við gulbrúnum og hvítum prikkum, ein prikkur á hvørjari fjøður. Tær stóru fjaðrarnar á veingjum og veli hava ongan prikk, men so hava tær hvítan jaðara við svartari striku innanfyri. Nevið er svart um veturin, í februar fer tað at blikna, í mars er tað vorðið hvítt.
Føroyski starin er eitt slag fyri seg, størri og knáligari vaksnir enn aðrir starar. Í hinum norðanlondunum rýma stararnir burtur um heystið, okkara eru her allan veturin. Føði teirra er mest maðkar og sniglar og annað smákykt. Í stórkava hava teir tað ringt. Tá koma teir í køstarnar og taka til takkar við øllum, ið matkent er, hoymoð, eplaflus, drýlamolar og grindamolar; upphongdar fiskagreipur pikka teir hugaliga í. Kaldir og kúrandi sita teir mangan dagin um hávetur. Men út móti leypársmessu fara teir at reystnast, og kemur so sólin at síggja, "tá fer í loft upp starin og syngur fagurt ljóð", so at "tá birtist vónin aftur í barmi ljós og góð", hjá okkum, sum hoyra, so væl sum hjá honum, ið syngur. Tá ið bøurin er táur, bora teir sær eftir ormi og sniglum; tøðujørð sæst ofta útgatað av holum eftir nevi teirra.
Í apríl, og stundum fyrr, gera teir sær reiður, summir í bjørgunum, summir í urðum og gróthúsveggjum o. t. Búr, sum fólk heingja út til teirra, taka teir gladliga, uttan tá ið holið er so vítt, at teir hava ótta fyri, at smiril kann troðka seg inn at gera heimsóknir. Og frá nú hoyrast teir í heilum; við úttambaðum kvørkrum sita teir og syngja. Um málið ikki er so fagurt, er lagið so mikið lívligari og fjølbroytt. Og teir eru bannsettir at herma eftir øðrum fuglum. Steinstólpu, lógv o. a. halda vit okkum hoyra, men tá ið vit hyggja eftir, er tað stari. Í apríl og mai verpa teir 4—7 grønblá egg. Makarnir skiftast um at verma, og ½3ðju viku seinni koma ungarnir út. Ofta verpur hann tvær ferðir. Eru ungarnir ikki farnir úr búrinum, tá ið hann vil verpa aðru ferð, so lokkar hann teir út, setur seg uttanfyri við maðki í nevinum og kallar blídliga á teir. Summir koma, summir seta bara høvdið út og biðja harðliga. Men tá rýmir hann við maðkinum, og kemur ikki aftur, fyrr enn teir eru so svangir, at teir koma út.
Fyrst teir eru útkomnir úr reiðrinum duga teir lítið at flúgva, og summir eru so ræddir, at teir krøkja seg fastar í eina vindskeið og sita har og neyðhalda sær, bangnir fyri at detta oman. Skjótt fáa teir glið á veingirnar og verða lættfloygdir. So fylgist hvørt hýski eina tíð. Á nýslignum hógvi dámar teimum væl; har er so nógv av møðkum og sniglum, sum teir gomlu taka upp og rætta teimum nýfloygdu ungunum, til teir eru fullmettir; fyrst tá eta hinir gomlu sjálvir. Seinni taka teir seg saman í stórar flokkar.
Útsjónd
[rætta | rætta wikitekst]Starin er eitt sindur minni enn kvørkveggjan, longdin úr nevinum og út á tromina á velinum er 22 cm. Harumframt er hann heilt øðrvísi skaptur, velið er styttri, og tí er hann eisini reystari, tá ið hann gongur, og tá ið hann hoppar, hann hevur eisini annað flog og gongulag. Eitt, sum eyðkennir ungfuglin, er, at hann er javnlittur allur, sum hann er, og myrkari enn teir, sum hoyra til onnur, minni undirsløg. Tá ið staraungarnir skifta til vaksnamannabúna, fáa teir tann eyðkenda málmglógvandi, skyggjandi, purpurlilla búnan, sum um veturin hevur eina hvíta rond uttast á hvørjari fjøður. Hesa rond missa stararnir út á várið, og tá sita teir í glitrandi nøringarbúna sínum og láta við sterkum, gulum nevi.
Útbreiðsla
[rætta | rætta wikitekst]Um Norðuratlantsleiðina er starin støðufuglur. Tí er føroyski starin so við og við vorðin størsti starin í Norðuratlantsøkinum og egin sergrein, Sturnus vulgaris faeroensis, meðan stararnir í Hetlandi, á Fair Isle og á Ytru Suðuroyggjunum eru heldur minni, men eisini egin sergrein, Sturnus vulgaris zetlandicus, og at enda er restin av teimum evropeisku starunum teir minstu og hoyra til grundsergreinina, Sturnus vulgaris vulgaris.
Upprunaliga líktust stararnir í Bretlandi teimum stóru norðuratlantisku, men fyri ár 1800 doyði starin út í Skotlandi og var ein sjáldsamur fuglur í Onglandi. Hundrað ár seinni, um leið ár 1900, flutti tann lítli starin Sturnus v. vulgaris aftur til Onglands og Skotlands úr Evropa, og henda grein er síðani 1941 spjadd til Íslands, og í dag eru munadyggir stovnar har bæði á Eystur- og á Vesturlandinum. Teir smáu Sturnus v. vulgaris eru stundum at síggja her, og sjálvandi eru teir lættir at kenna, tí teir eru minni á stødd, ungfuglarnir harumframt eisini, tí teir eru væl ljósari enn okkara egnu Sturnus vulgaris faeroensis.
Verping
[rætta | rætta wikitekst]Starin verpur 4-7 ljósaturkislitt egg, og oftast fær hann her hjá okkum einar 2 urptir. Starareiður kemur tú fram á allastaðni, uttan um húsini, í bøgørðunum, í grótrúgvum úti í haganum og í fuglabjørgunum. Væl dámar honum at reiðrast millum steinarnar, sum nýttir verða til grótlaðing undir vegunum.
Stari og menniskja
[rætta | rætta wikitekst]Situr starin í ovfarakæti í sólskininum og breiðir teir titrandi veingirnar út og syngur, merkir tað, at várið er komið. Syngur er kanska at gera í so nógv av, hann pjátrar og skoytir onnur ljóð uppí, sum hann nústani hevur hoyrt, og sum hann hermir eftir, uppímillum koma so tey longu, eyðkendu starabríkslini. Lættasti mátin at vita, um teir ymisku flytifuglarnir eru afturkomnir um várið, er at lurta eftir staranum. Hann er sum tikin úr leikum, tá ið um ræður at herma ikki bara eftir fuglaláti sum m.ø. á mortítlingi, tjaldri, lógv, stelki og spógva, men hann hermir eisini eftir lombum og seyði, maskinbátum og bilum, t.e. eftir øllum teimum ljóðunum, sum koma honum fyri oyra har, ið hann er staddur.
Um heystið er vanligt í serligum skýmingarlýsi at síggja stararnar savnast í flokki eitt nú á húsatekjum ella á onkrum ávísum staði úti í haganum ella á bønum, tí teir saman ætla at leita sær til eitt pláss at vera nátt, oftast onkustaðni í teimum brøttu fuglabjørgunum.
Á vetri flykkjast stararnir uttan um tey húsini, sum leggja føði út til teirra. Køksrusk hvørvur skjótt á henda hátt, og leggja vit, tá ið kalt er, eisini ein tálgarbita út, er rættiligur gangur frá fuglunum, sum klandrast um feittið.
Slag
[rætta | rætta wikitekst]- Sturnus roseus (Brandstari)
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- Postverk Føroya[deyð leinkja]
- FaroeNature.net > Stari
- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.