Johan Dahl
Johan Dahl | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. sep 1959 í/á Keypmannahavn |
Starv | politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Johan Dahl |
Johan Dahl (føddur 19. september 1959) er føroyskur politikari og vinnulívsmaður. Hann er uppvaksin í Fámjin, hann er sonur Jógvan Dahl, sála, úr Vági og Ebbu, fødd Albinus, sála, úr Fámjin. Hann er giftur við Lindu Herdalur. Johan hevur verið landsstýrismaður í Vinnumálum síðan 2008. Hann hevur bankaútbúgving og ávís prógv innan merconom. Sum ungur arbeiddi hann í Sjóvinnubankanum, og í 1982 gjørdist hann stjóri í Vágs Skipasmiðju, sum A/S J. Dahl átti. Johan er eftirkomari hjá Dahl familjuni í Vági, sum stovnaðu fyritøkuna á Gørðunum. Hann var stjóri har til 1990. Síðan var hann stjóri í World Seafood 1991–1992, stjóri í Sp/f Faromar frá 1997, stjóri í Faroe Coldstores frá 1998, stjóri á Kollafjørð Pelagic og stjóri fyri frystigoymsluna Kloosterboer Terminal Faroe Islands í Kollafirði. Hann var stýrislimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag 1982–1990 og stýrisformaður í Seamark Scandinavia A/S 2004–2007.
Johan Dahl hevur verið valdur inn á Føroya Løgting síðan 2002, og hevur sum løgtingslimur verið limur í Vinnunevndini 2002–2006, limur í Fíggjarnevndini 2002–2004, limur 2002–2004 og formaður 2004–2008 í Uttanríkisnevndini umframt næstformaður 2004–2006 og formaður 2006–2008 í Vinnunevndini. Johan Dahl bleiv útnevndur til fiskimálaráðharra í tí fyrstu stjórnini hjá Jóannes Ejdesgaard hin 3. februar 2004, men bleiv koyrdur longu 23. februar, eftir at nógv hevði verið frammi í føroysku fjølmiðlunum um ymiskt frá hansara fortíð. Hann hevur verið vinnumálaráðharri síðan 26. september 2008, og var virkandi fiskimálaráðharri frá 4. mai til 14. november 2011. Johan Dahl hevur eisini verið næstformaður Sambandsflokksins síðan 2007.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Johandahl.net Archived 2011-10-07 at the Wayback Machine
- Samband.fo