Jørgen Niclasen
Jørgen Niclasen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 17. jan 1969 í/á Sørvágur |
Starv | politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Jørgen Niclasen |
Jørgen Niclasen (føddur 1. januar 1965 í Sørvági) er føroysk politikari og vinnulívsmaður. Hann var formaður Fólkafloksins frá 2007 til 2022 og hann hevur verið løgtingsmaður frá 1994 Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í fiskivinnumálum 1998–2003, landsstýrismaður í uttanríkismálum (uttanríkisráðharri) frá 2008 og fíggjarmálaráðharri frá 2011.
Tollmálið
[rætta | rætta wikitekst]Í desember 2013, stutt fyri jól, varpaðu føroyskir fjølmiðlar ljós á Jørgen Niclasen, sum var fíggjarmálaráðharri, tey varpaðu ljós á tíðina frá 1989 og fyrst í 1990-árunum, meðan hann var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. Niclasen. Sambært skjølum, ið miðlarnir løgdu fram, hevði virkið hjá Jørgeni Niclasen tikið vøru út úr einari tollgoymslu sum ikki var tollað og selt hana ótollaða og har við snýtt landskassan fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Fyritøkan hevði havt ein tollkreditt sum varð uppsagdur, men helt tó fram við at selja ótollaðar vørur. Jørgen Niclasen vísti øllum ákærum aftur.[1] Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen stuðlaði sínum fíggjarmálaráðharra og segði, at hann hevði fult álit á honum.[2][3] Tað gjørdi hann eisini tann 28. mai 2014, tá ið andstøðan setti fram misálit á Jørgen Niclasen. Tá ið avtornaði vóru tað tríggir úr samgonguni ið atkvøddu fyri uppskotinum um misálit, tveir sambandstingmenn, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen og Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.
Rúsdrekkakoyring
[rætta | rætta wikitekst]10. februar 2022 kl. 11.26 var Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági[4]. Jørgen Niclasen var á veg at keypa morgunbreyð, tá ið hann var steðgaður og biðin um at blása í alkoholmetrið[5]. Alkoholmetrið vísti eina promillu á 8,26. Hægst loyvda promillan, tá ið ein skal føra bil er 0,2[4]. Eina lítla viku seinni, kom málið undan kavið og Jørgen Niclasen bað Løgmann, Bárður á Steig Nielsen, loysa seg úr starvið[6][5].
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ jn.fo, "Jørgen Niclasen vísir aftur, at hann hevur snýtt í tolli", Tíðindaskrivið er skrivað av Jørgeni Niclasen
- ↑ "aktuelt.fo, Løgmaður fult álit á Jørgeni Niclasen, skrivað hevur Georg L. Petersen hin 20. des. 2013.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-24. https://web.archive.org/web/20140724161730/http://aktuelt.fo/logmadur+fult+alit+a+jorgeni+niclasen.html. Heintað 2014-05-29.
- ↑ kvf.fo, Løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen
- ↑ 4.0 4.1 Eirikur, Lindenskov (16.02.2022). "Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring". in.fo. https://in.fo/news-detail/joergen-niclasen-tikin-fyri-rusdrekkakoyring.
- ↑ 5.0 5.1 Ólavur, í Beiti (16.02.2022). "Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður". http://www.vp.fo/news/joergen-niclasen-leggur-fra-saer-sum-landsstyrismadur-1.
- ↑ Eirikur, Lindenskov (16.02.2022). "Løgmaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvið". https://in.fo/news-detail/loegmadur-hevur-loyst-joergen-niclasen-ur-starvid.
- Úttanríkismálaráðið Archived 2010-04-17 at the Wayback Machine