Janus Rein
Janus Rein | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 29. mai 1974 í/á Tórshavn |
Alma mater | Københavns Universitet, Copenhagen Business School, Q11986943 |
Starv | aircraft pilot, advokatur, politikari, ship captain, banker |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin, Framsókn |
Foreldur | móðir Kristianna Rein |
Dátuheiti | |
Commons | Janus Rein |
Janus Páll Rein (føddur 29. mai 1974 í Tórshavn) er ein føroyskur flogskipari og politikari (FF).
Sum ungur fór hann til sjós. Í 1992 gjørdist hann vinnu- og bjargingarkavari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og síðan tók hann útbúgving sum skipsførari við 1. virðisløn á Sjómannaskúlanum í Havn í 1997. Hann hevur siglt sum stýrimaður hjá Strandfaraskip Landsins og sum stýrimaður og skipari hjá øðrum reiðaríum, eitt nú hjá A.P. Møller-Mærsk. Eitt skifti starvaðist hann í Suðuroyar Sparikassa, og næm sær merkonom útbúgving í rokniskapi, sum varð lokin í 2002. Í 2000 fór hann at lesa til flogskipari og gjørdist liðugur í 2003, men tók eisini útbúgving sum flogskiparainstruktør. Hann tók í 2005 við starvi sum flogstýrimaður hjá Atlantic Airways og gjørdist í 2009 flogskipari í sama felagið. Hann hevur verið formaður í fakfelagnum Flogskiparafelag Føroya. Meðan hann var í starvi sum flogskipari læs hann løgfrøði við síðuna av og gjørdist BA í løgfrøði í 2011. [1] Janus er sonur Kristionnu Rein, sum var býráðslimur í Havn í fleiri ár og Marius Rein, ið starvaðist í Løgtingsumsitingini í nógv ár.
Í 2011 var Janus við til at stovna tann liberala flokkin Framsókn, og varð eisini valdur á Føroya Løgting hin 29. oktober 2011 fyri Framsókn, hann sat eisini í floksleiðsluni. Men á heysti 2012 gjørdist hann ósamdur við formannin, Poul Michelsen, ið ynskti, at Janus stillaði upp til býráðsvalið í Havn, men tað vildi Janus ikki og endaði við at taka seg úr flokkinum.[2] Hann var so leysgangari eina tíð í Løgtinginum til hann í september 2013 gjørdist limur í Fólkaflokkinum og harvið eisini gjørdist partur av samgonguni.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Framsokn.fo, Løgtingsvalið 2011. Valevni til løgtingsvalið. Janus Rein". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-25. https://archive.today/20130725090323/http://www.framsokn.fo/?page_id=628. Heintað 2014-05-28.
- ↑ "aktuelt.fo, Janus Rein vildi ikki stilla upp til býráðið, Sosialurin, eftir Bertholdsen, Áki, hin 7. oktober 2012". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-02-13. https://archive.today/20130213084635/http://aktuelt.fo/grein/janus_rein_vildi_ikki_stilla_upp_til_byradi. Heintað 2014-05-28.
- ↑ "in.fo Janus Rein í Fólkaflokkin, eftir Hvidtfeldt, Jón Brian". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-20. https://archive.today/20131020194658/http://www.in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=2496&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=a9f7e958b1e9ab0e8fbde94d5651b3d6. Heintað 2014-05-28.