Jump to content

Jónleif Johannesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jónleif Johannesen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. jul 1978
Starv politikari, lærari
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Dátuheiti

Jónleif Johannsen (føddur 1978, uppvaksin í Dali) er ein føroyskur lærari, fakfelagsmaður og politikari (Javnaðarflokkurin).

Jónleif Johannesen er dalbingur, ið býr í Klaksvík. Hann gekk á studentaskúlanum í Hoydølum, og síðan tók hann læraraútbúgving frá KDAS. Hann arbeiðir sum lærari á Skúlanum á Fossánesi í Klaksvík, men hevur farloyvi frá starvinum, meðan hann hevur sæti á Tingi. Í 2008 varð hann valdur í nevndina fyri Føroya Lærarafelag[1] í 2010 varð hann valdur til næstformann í nevndini.[2] Hann hevur eisini verið limur í Fólkaskúlaráðnum.[3]

Í frítíðini dansar hann føroyskan dans og er ein av teimum ið er vanur at skipa kvæðir.[4][5] Hann hevur eisini gjørt fleiri útvarpssendingar um føroyskan dans og kvæði. Hann er formaður fyri Slái Ring.[6]

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann upp fyri Javnaðarflokkin, men varð ikki valdur. Eftir at samgonga varð skipað tók hann tó sæti á Tingi sum fastur varamaður hjá Eyðgunn Samuelsen, eftir at hon varð vald til landsstýriskvinnu í almannamálum í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen.