Jump to content

Hjartakrampi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hjartakrampi (angina pectoris) eru herðindi av pínu í bringuni. Pínan kann breiða seg til háls, munn og út í armar. Henda pínan er tekin um súrevnistrot (iltmangul) í hjartanum.

Hjartað hevur eins og kroppurin tørv á súrevni, tá tað skal pumpa blóðið runt í kroppinum. Súrevnið verður flutt runt til allan kroppin og eisini til hjartað.

Tær æðrarnar, sum flyta blóðið við súrevni til hjartað, kallast hjartapulsæðrar.

Fleiri orsøkir kunnu vera til, at hjartað ikki fær nokk av súrevni.

Ein orsøk er, at hjartapulsæðrarnar kunnu verða tilkálkaðar, so at hjartað fær minni blóð, enn tað tørvar.

Tørvurin á iltaðum blóði økist, tá tú arbeiðir nógv, ella setur nógv á, tí nú skal hjartað sláa skjótari, enn tá ið tú hvílir teg. Av somu orsøk fáa fólk ofta hjartakrampa, tá ið tey gera hart kropsligt arbeiði. Eisini í øðrum førum kann hjartað tørva meira súrevni enn annars. Vit kunnu nevna sálarliga strongd, undir kynsligum sambandi og um tú blívur kaldur/køld. Eitt hjartakrampaherðindi kanst tú meir enn so fáa undir slíkum umstøðum.

Í Føroyum eru umleið 1000 fólk, sum hava hjartakrampa. Tey flestu eru mannfólk, sum eru oman fyri 50 ár.