Framburðsflokkurin (FrP)
Framstigsflokkurin ella Framburðsflokkurin (norskt bókmál Fremskrittspartiet, nýnorskt Framstegspartiet) (stytt FrP) er ein politiskur flokkur í Norra. FrP var næststørsti flokkur á stórtingsvalinum í 2009 við 22,9 % av atkvøðunum. FrP er liberalistiskur og vil lækka skattin og at tað almenna blandar seg uppí. FrP vil eisini brúka meira av oljupengunum hjá normonnum, og eisini samstarva meira við USA. Flokkurin vil tálma innflytarastreyminum úr eysturheiminum og stuðlar einari strangari integrasjón av tilflytarum. Flokkurin gongur eisini serliga inn fyri strangari herðing av lógum landsins, eitt nú harðari fongsulsdómar, at løgreglan fær vápn, og møguleika fyri at døma lívlangt fongsul. Flokkurin er vanliga í parti við Ísrael tá talan er um ósemjur í Miðeystri. Á heysti 2005 varð Siv Jensen valdur leiðari og á landsfundi í 2006 forkvinna. Annars hevði Carl I. Hagen sitið sum formaður í 28 ár. Næstformaður eru bæði Per Sandberg og Ketil Solvik-Olsen. Ungdómsflokkurin hjá FrPs eitur Framstigsungdómur. Flokkurin varð stovnaður í 1976 [1].
18 ráðharrar manna Solberg-stjórnina í Noregi: 11 umboða Høgraflokkin og sjey Framburðsflokkin. Stjórnarumboðini hjá Framburðsflokkinum eru Siv Jensen, sum er fíggjarmálaráðharri, Solveig Horne, sum er barnamálaráðharri, Ketil Solvik-Olsen samferðsluráðharri, Robert Eriksson arbeiðsmálaráðharri, Tord Lien olju- og orkumálaráðharri, Anders Anundsen løgmálaráðharri, og Sylvi Listhaug, sum er landbúnaðarráðharri.
Floksleiðslan
[rætta | rætta wikitekst]Formenn
[rætta | rætta wikitekst]- Anders Lange (1973–1974)
- Eivind Eckbo (1974–1975)
- Arve Lønnum (1975–1978)
- Carl I. Hagen (1978–2006)
- Siv Jensen (2006–)
Leiðarar fyri stórtingsbólkin hjá Framburðsflokkinum
[rætta | rætta wikitekst]- Anders Lange (1973–1974)
- Erik Gjems-Onstad (1974–1976)
- Harald Bjarne Slettebø (1976–1977)
- Carl I. Hagen (1981–2005)
- Siv Jensen (2005–2013)
- Harald T. Nesvik (2013–)