Kiel
Kiel er havnarbýur í Norðurtýsklandi. Hann liggur báðumegin Kielarfjørðin við Eystrasaltið.
Býurin er høvuðsstaðurin og størsti býur í týska stakríkinum Schleswig-Holstein. Hann er týdningarmesta herflotahavnin í Týsklandi.
Í 2018 búðu í Kiel uml. 247.500 fólk.
Kiel er universitetsbýur. "Christian-Albrechts-Universität" varð sett á stovn í 1665 og var um hetta mundið norðasta universitetið í tí Heilaga rómverska ríkinum.
Søga
Kiel varð grundlagdur í 13. øld. Upprunaliga navnið á miðlágtýskum var Holstenstadt tom Kyle
- Í 1242 fekk Kiel býarrættindi.
- Í 1283 gjørdist býurin limur í Hansa-samgonguni.
- Í 1518 varð býurin útihýstur frá samgonguni.
- Í 1665 varð lærdi háskúlin settur á stovn.
- Í 1773 gjørdist Kiel danskur býur.
- Í 1813 hersetti Svøríki býin.
- Í 1864 hersettu Eysturríki og Prussland býin.
- Í 1866 verður Schleswig-Holstein landslut í Prusslandi og Kiel gerst høvuðsstaðurin.
- Í 1946 gerst Schleswig-Holstein stakríki við Kiel sum høvuðsstaður
Kielarfriðurin
Friðarsáttmálin millum Danmarkar og Svøríkis: Eftir samráðingar í fýra dagar varð friðarsáttmáli undirskrivaður í Kiel í Holsteini 14.-15. januar 1814 - á tí sonevndu Kielar-náttini.[1][2][3]
Myndir
-
Kiel
-
Ráðhúsið í Kiel
-
Listasavn "Kieler Kunsthalle"
-
Bókasavnið hjá universitetinum
-
Flaggið
-
Skjøldurin
Sí eisini
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíða, kiel.de
- Kiel, wikivoyage.org (á týskum)
- Kiel, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 54°19′31″N 10°8′26″E / 54.32528°N 10.14056°E
Keldur
- ↑ Helgoland og Norðurhavsoyggjar, fsj.fo
- ↑ Ljónið út, veðrurin inn, Norðlýsid Nr. 18 - 28. mai 2014, bls. 8
- ↑ Kielfreden, kongehuset.no