Wikipedia:Hendingar/1. desember
Appearance
Hin 1. desember: Tjóðardagur Rumenia
- 1867 - Kunoyar kirkja verður vígd.
- 1918 - Ísland fær fullveldi, men verður partur av Danmark til 1944.
- 1918 - Transylvania og Rumenia sameinast.
- 1955 - Afroamerikanska Rosa Parks (myndin) gerst heimskend, tá hon noktar at geva sítt setur til ein "hvítan ferðandi" tá bussurin var fullur í Alabama, USA.
- 1991 - Í eini fólkaatkvøðu atkvøðir Ukraina fyri loysing frá Sovjetsamveldinum.
Leiðbeining
[rætta wikitekst]Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.