Varg Vikernes
Appearance
Varg Vikernes (føddur Kristian Vikernes, 11. februar 1973, uttanfyri Bergen) er ein norskur tónleikari, ið gjørdi vart við seg í svartmálmsumhvørvinum í Noregi fyrst í nítiárunum, og varð tíðum ummældur í fjølmiðlunum. Hann varð dømdur fyri morðið á Øystein Aarseth og var settur í samband við fleiri kirkjubrenningar.
Varg Vikernes er stovnari og einasti tónleikari í tónleikaverkætlani Burzum. Hann hevur útgivið fløgur innan fyri fleiri tónleikagreinum, serliga innan svartmálmi. Meðan hann sat í geglinum, hevði hann ikki atgongd til ljóðføri og spældi á ljóðborði.
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Som Burzum:
- 1992 – Burzum (januar 1992)
- 1993 – Det Som Engang Var (apríl 1992)
- 1993 – Aske (august 1992)
- 1994 – Hvis Lyset Tar Oss (september 1992)
- 1996 – Filosofem (mars 1993)
- 1997 – Dauði Baldrs (1994-1995, í fongslinum)
- 1999 – Hliðskjálf (1998, í fongslinum)
- 2010 – Belus
- 2011 – Fallen
- 2011 – From The Depths Of Darkness
- 2012 – Umskiptar
Aðrar útgávur (við øðrum):
- 1991 – Old Funeral – Devoured Carcass (guitar)
- 1994 – Darkthrone – Transilvanian Hunger (skrivaði tekstin til fýra av sangunum)
- 1994 – Mayhem – De Mysteriis Dom Sathanas (bassguitar)