Jump to content

University of the Arctic

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
University of the Arctic
Motto "With shared voices"
Stovnað 2001
Forseti Lars Kullerud
Staður Rovaniemi, Finnland (høvuðssæti), Norra, Ísland, Kanada, Russland, USA
Iḷisaġvik College í Barrow, Norðuralaska.

University of the Arctic (stytt UArctic) varð formliga stovnað í juni 2001. UArctic er eitt samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í Arktis, har Fróðskaparsetrið er limur [1]. Ein táttur í hesum samstarvi, sum hevur áhuga í granskingarumhvørvinum í Føroyum, er “North2North” verkætlanin, ið er ein skiftisskipan fyri lesandi millum stovnar, sum eru limir hjá UArctic. Verkætlanin gevur lesandi møguleika at vera á einum øðrum stovni frá trimum til tólv mánaðir [2]. Kunnað verður regluliga um UArctic á SAO-fundum, hóast UArctic ikki er ein partur av Arktiska Ráðnum.

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-12-26. https://web.archive.org/web/20111226111221/http://www.uarctic.org/memberslist.aspx?m=589. Heintað 2014-04-10. 
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-07. https://web.archive.org/web/20140707071555/http://www.uarctic.org/singleArticle.aspx?m=263&amid=978. Heintað 2014-04-10. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]