Telefon í Føroyum
Tað var Ólavur Bóndi á Heygum í Vestmanna, sum fíggjaði og legði ta fyrstu telefonlinjuna í Føroyum. Hann skrivaði longu í 1901 til løgtingið um tann týdning, telefonin vildi hava fyri føroyska samfelagið. Hann vísti á, at ein linja millum Vestmanna og Havn kundi vera til stóra nyttu, av tí at Vestmanna var góð skipahavn, og at ein telefonlinja kundi menna fiskivinnuna.
Brævið lætst ikki gera inntrykk á løgtingið, og tá tað almenna ikki vildi taka stig til eina telefonlinju, søkti Ólavur bóndi sjálvur tingið um serloyvi til at leggja telefonlinjuna. Málið varð viðgjørt av fimmmannanevnd, har tríggir tóku undir við at geva loyvið við tí treyt, at danski staturin kundi taka loyvið aftur, og linja hansara gerast partur av einum eventuellum seinni almennum telefonkervi.
Fyrsta føroyska telefonlinjan kom sostatt í 1905, og káplini lógu í luftini. Kostnaðurin var 28 281,14 krónur.
Í 1906 søkti Ólavur um loyvi til at gera eitt telefonnet, sum skuldi dekka allar Føroyar, men sama ár samtykti løgtingið sjálvt at fara undir eina landsfevnandi útbygging, og Ólavur tók umsókn sína aftur.
Fyrstu føroysku hús við telefonsambandi vóru í Geil (Havn), hjá Hans Bærentsen bónda (Sund), hjá Óla Kristian Debess bónda (Oyrareingir), hjá Óla Jacobsen (Kvívík) og á Heygum (Vestmanna).
Í 1906 varð kaðal lagdur á land í Sandagerði í Havn, og harvið var eisini telegrafsamband við útheimin. Sama ár fór Telefonverk Føroya Løgtings at avgreiða telefonsamrøður í Føroyum.
Automattelefon
[rætta | rætta wikitekst]Miðskeiðis í 1970-árunum var komið so langt áleiðis, at automattelefonin varð innførd, og tað ikki longur var neyðugt við umstillingsborðum og telefonstøð í hvørjari bygd. Í 1976 varð automatstøðin í Nesvík tikin í nýtslu, hetta automatiseraði telefonsambandið við Áir, í Hvalvík, Streymnesi, Saksun, Svínáum, á Langasandi, Oyri, Oyrarbakka og Norðskála.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Automattelefonin í Føroyum næstan komin undir land. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 2, 1976
- Fyrsta telefonin. Í: Tráðurin (tíðarrit hjá Føroya Tele) 2/1998
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Greinar
[rætta | rætta wikitekst]- Automattelefonin í Føroyum næstan komin undir land. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 2, 1976.
- Fyrsta telefonin. Í: Tráðurin (tíðarrit hjá Føroya Tele) 2/1998