Jump to content

Strutsur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Strutsur.

Strutsurin er heimsins størsti livandi fuglur og livir bara í tí villa í Afrika. Sjálvt um fuglurin er ómetaliga stórur, so rennur hann mega skjótt. Hann renna heili 70 kilometrar um tíman. Strutsur kann ikki flúgva, so hann má leggja merkis til vandar í góðari tíð. Við tí langa hálsinum sær strutsurin sínar fíggindar. Strutsurin hevur eisini sera góð eygu og klárar at síggja okkurt, ið er á umleið 2,5 cm til støddar, 1,6 kilometrar burturi frá. Kroppurin er tungur — tyngri enn ein miðalmaður — hann orkar als ikki at flúgva. Men so mikið raskari er hann at renna. Beinini eru long og sterk; ilskógvurin er trútnaður upp til ein harðan vøl. Einar tveir favnar fetar hann í hvørt lopið, so ikki skjótasti hestur er mentur at elta hann, tá ið rásin ikki er heilt long.

Hann livir á sandi og grasfløtum í Afrika og haðani nakað inn í Asia. Eggið vegur ½2nað kg, so nógv sum 24 høsnaregg. Steggin er kolsvartur við blóðreyðum hálsi, og hevur stórar hvítar dúnfjaðrar í veingjum og veli. Hesar glitrandi hvítu fjaðrarnar eru avbara vakrar og dýrar, og tí hevur strutsur frá gomlum døgum av verið nógv veiddur. Seinni fóru menn at hava nakrar tamar; tá ið tað ráddi um at koma ein veg í bræði, spentu teir ein fyri vogn ella settu seg upp á bakið á honum. So lærdu teir, at tað loysti seg væl at halda struts eftir fjøðrunum, og nú er strutsahald ein vinnuvegur í mongum londum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið