Jump to content

Sjálvstýri

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sjálvstýri
Sjálvstýri
Formaður Sámal Petur í Grund (virkandi)
Næstformaður ?
Stovnaður 1909
Floksskrivstovan Gamla Apotekið
Ungdómsfelag Unga Sjálvstýri
Pláss í løgtingi
1 / 33
Pláss á fólkatingi
0 / 2
Flokks ideologi Sosialliberalisma
Flokkslitur lilla
Flokksbókstavur D
Heimasíða http://www.sjalvstyri.fo
Tingmanning Sjálvstýrisfloksins, 1906: Poulsen, Konoy, Hentze, Winther, Michelsen, Patursson, Skarði og Nielsen.

Sjálvstýri (fyrr Sjálvstýrisflokkurin og Nýtt Sjálvstýri) varð formliga stovnaður í 1909, men fekk umboð á tingi í 1906. Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906. Sjálvstýrisflokkurin er sjálvstýrisflokkur[1]. Tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri frá Danmark. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni. Sjálvstýrisflokkurin er sosialliberalur og fyri, at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi [2].

Jóannes Patursson, sum gjørdist fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins, sat í Fólkatinginum frá 1. juni 1901 til 22. juni 1906 og í Landstinginum frá 13. mai 1918 til 3. februar 1920.

1906-1940 var Jóannes Patursson í Sjálvstýrisflokkinum, men tá hann ikki varð valdur at stilla upp fyri flokkin í 1940, fór hann úr flokkinum. Hann hevði verið formaður floksins síðan hann varð stovnaður.

Sjálvstýrisflokkurin varð formliga stovnaður í 1909. Sjálvskrivaði fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins var Jóannes Patursson. Á løgtingsvalinum 18. juli 1906 fingu sjálvstýrismenn 8 og sambandsmenn 12 umboð á ting. Av valtølunum fyri tey fyrstu løgtingsvalini sæst, at undirtøkan hjá sjálvstýrisflokkinum var ógvuliga ymisk í teimum ymsu valdømunum - líka fra 90,8 % niður í 11,4 % av øllum atkvøðunum. Tað eru ikki stórar broytingar tey fyrstu valini; tó hevur Sambandsflokkurin munin fram til 1. verðaldarbardaga. Stríðið hesa tíðina millum flokkarnar stendur mest um stjórnarligu støðu okkara í ríkinum, har sambandsmenn vilja varðveita verandi støðu sum amt í danska ríkinum, meðan sjálvstýrismenn vilja hava broytingar til størri sjálvsavgerðarrætt fyri føroyingar. Sum heild mundi mótstøðan móti Sjálvstýrisflokkinum frá donsku embætismonnunum vera størst, meðan Svenning Rytter var amtmaður í Føroyum 1911 til 1918. Men av valtølunum sæst eisini, at tá fer Sjálvstýrisflokkurin at ganga skjótt fram í atkvøðum, og í 1916 standa flokkarnir at kalla javnir. Í 1918 fær Sjálvstýrisflokkurin fyrstu ferð reinan meirluta á løgtingi.

Sjálvstýrisflokkurin fekk ongantíð aftur reinan meirluta á løgtingi. Ein av orsøkunum mundi vera, at í 1928 stillar Javnaðarflokkurin upp í øllum valdømum uttan í Norðoya valdømi og fær tvey umboð á ting. Í 1936 fær Javnaðarflokkurin 6 umboð á ting, meðan tann nýstovnaði Vinnuflokkurin fær 2 umboð. Í 1938 kom nýggj jarðarlóg, sum nógvir stórbøndir vóru stórliga misnøgdir við, og tá teir við Jóannes Patursson á odda royndu at fá Sjálvstýrisflokkin at fella lógina, og teir ikki fingu meirlutan í flokkinum í sín part, vórðu teir so sintir, at teir fóru úr flokkinum, og Jóannes Patursson fór upp í Vinnuflokkin. Patursson hevði verið formaður floksins síðan hann varð stovnaður, og sjálvt um hann ikki varð afturvaldur í 1936, so var tað hann, sum mestsum myndaði flokkin við sama lag. Tá Patursson í 1940 saman við Vinnuflokkinum ger nýggjan flokk, Fólkaflokkin, fáa teir 6 menn á ting, og Sjálvstýrisflokkurin einans 4 menn. Longu sama ár minkar flokkurin við einum manni afturat, tá Rasmus Rasmussen fer upp í Fólkaflokkin.

Tíðin undir 2. heimsbardaga varð ein hørð tíð í føroyskum politikki og serliga fyri Sjálvstýrisflokkin. Serliga ágangandi var Fólkaflokkurin, sum gjørdi alt fyri at jarðleggja Sjálvstýrisflokkin. M.a. komu teir fram við uppskoti um at broyta vallógina soleiðis, at flokkur skuldi hava minst ein umdømisvaldan mann fyri at fáa tillutað nakað eykaumboð. Hetta uppskot vann frama og úrslitið varð, at hóast Sjálvstýrisflokkurin í 1943 fekk 10,3 % av øllum atkvøðunum, so fekk hann ongan mann av teim 25 valdu tingmonnunum. Sama hendi á valinum í 1945. Á valinum 8. nov. 1946 fekk Sjálstýrisflokkurin aftur 2 menn á ting, S.P. Zachariasen fyri Norðoya valdømi og Louis Zachariasen fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hetta var beint eftir fólkaatkvøðuna 14. september, og nú varð avrátt, at Sjálvstýrisflokkurin skuldi stilla upp saman við Javnaðarflokkinum, fyri at atkvøður ikki aftur hesaferð skuldu fara fyri skeyti. Flokkurin fær nú aftur ta ávirkan í føroyskum politikki, hann áður hevði havt. Hann fer í samgongu við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin og fær avgjørdan leiklut í teim tingingum, sum aftan á valið vórðu tiknar upp við donsku stjórnina um støðuna Danmark-Føroya ímillum í framtíðini, tingingar sum førdu til, at vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948.

Av teimum trimum samgonguflokkunum var Sjálvstýrisflokkurin tann nógv mest sjálvstýrisáhugaði, og tí var tað hansara lutur at fáa hesa lóg so rúmliga á sjálvstýrisleið sum til bar. Í fyrsta landsstýrinum, sum varð skipað í 1948, var Sjálvstýrisflokkurin umboðaður, og hann er tann flokkur á tingi, sum oftast hevur verið í samgongu. Hóast tingmanningin hevur ligið ímillum 1 og 3, so hevur flokkurin í nógvum førum havt ein avgerandi leiklut, tá samgonga skuldi skipast. Tískil hevur flokkurin havt størri ávirkan á politisku gongdina, enn talið av tingfólki annars kundu rættvísgera.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Tingmanning Sjálvstýrisfloksins, 1930: Matras, Niclasen, Mitens, Debess, Kristjansen, Patursson, Poulsen, Kallsoy, Zachariasen og Winther.

Endamálið við politikki floksins er at skapa haldgott grundarlag fyri sjálvstýri Føroya. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd og fáa fullan avgerðarrætt fyri tjóðini [3].

Sjálvstýri

[rætta | rætta wikitekst]

Virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir, og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð. Grundlóg verður gjørd fyri Føroyar. Ríkisrættarliga støða Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu. Bert lógir, sum í síni heild eru samtyktar av Føroya Løgtingi eiga at galda í Føroyum. Føroyskur heimarættur og føroyskt pass eiga at verða staðfest. Fólkatingssessirnir verða tiknir av. Føroya løgmaður verður valdur beinleiðis av fólkinum. Tryggjast skal, at tilfeingið á landi, í sjógvi og undirgrund er ogn Føroya fólks. Undirgrundin út á hálva leið til næstu grannalond verður løgd undir føroyskt vald.

Fíggjarmál

[rætta | rætta wikitekst]

Fíggjarorka landsins verður grundað á tað vinnuvirði, sum samfelagið skapar. Peningakervi landsins eigur at vera føroyskt sermál. Langtíðaravtala verður gjørd við donsku stjórnina um fíggjarviðurskifti landanna millum, serliga blokkstuðulsskipanina og uttanlandsskuldina. Íleggingar verða langtíðarraðfestar. Løgtingsfíggjarlógirnar skulu javnviga. Skatta- og avskrivingarlóggávan verður tillagað soleiðis, at hon eggjar til privata uppsparing og arbeiðis- og vinnuskapandi virksemi. Bruttoskattaskipanin verður dagførd og víðkað, lagt skal verða upp fyri, at láginntøku- og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti. Skattagjaldið má í ongum føri fara upp um 50 %; toll- og merivirðisgjald á føroyskum vørum og tænastum verður endurskoðað og tillagað, so at tey gagna vinnulívinum.

Vatn-, vind-, og aðrar nýtiligar orkukeldur verða at kanna og brúktar, tá ið tøknin og fíggjarliga grundarlagið eru í lagi, og raksturin væntast at bera seg. Tó má farast um náttúruna og umhvørvið við størsta varsemi. Føroyskt oljufelag verður sett á stovn. Dentur verður lagdur á at gera okkum tilbúgvin til at vera uppi í oljuvinnuni, tá olja verður funnin í føroysku undirgrundini. Føroyingar skulu hava fult ræði á øllum viðurskiftum í sambandi við rannsóknum og vinnu úr havbotninum ella slíkari vinnu á landi. Við áløgdum burturleggingum skal verða forðað fyri, at stórar tíðaravmarkaðar inntøkur til landið avskepla búskap og kappingarføri okkara á øðrum økjum.

Heilsumál

[rætta | rætta wikitekst]

Øllum borgarum verður tryggjað ókeypis lækna-, tannlækna- og sjúkraviðgerð, eins og læknakanning til tess at fyribyrgja sjúkum. Sjúkratryggingarskipanin verður dagførd og skipað til føroysku fyrisitingina at reka. Heilsumiðstøðir verða bygdar, har tørvur er á teimum. Lívsneyðugur heilivágur verður ókeypis.

Uttanríkismál

[rætta | rætta wikitekst]

Landsstýrið leiðir allar samráðingar við onnur lond um mál, ið viðvíkja Føroyum. Føroyar skulu eisini hava sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Virkað verður fyri linna í heiminum gjøgnum altjóða samstarv. Í teimum londum, sum vit samskifta við, eiga vit at nýta rættin til at seta egin umboð á donsku sendistovurnar. Sjálvstýrisflokkurin er ímóti føroyskum ES-limaskapi [4].

Umboð á Løgtingi 2019 til 2023

[rætta | rætta wikitekst]

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Sjálvstýri 1 tingfólk valt.[10]

Umboð á Løgtingi 2015 til 2019

[rætta | rætta wikitekst]

Umboð á Løgtingi 2011 til 2015

[rætta | rætta wikitekst]
Navn Heimstaður Valdømi
Kári P. Højgaard Saltangará Eysturoy

Varafólk, sum hava tikið sæti í Løgtinginum 2011-15

[rætta | rætta wikitekst]

Bæði fyrsta og annað varafólk Sjálvstýrisfloksins hava tikið sæti á tingi, meðan Kári P. Højgaard var í landsstýrinum og onnur stytri tíðarskeið eftir at landsstýrismaðurin misti landsstýrissessin. Jógvan Skorheim var samstundis borgarstjóri í Klaksvík, tí tók hann ikki sæti í løgtinginum tað fyrsta gott hálva árið, í staðin tók Kristianna Winther Poulsen sæti í Løgtinginum.

Landsstýrisfólk 2011-13

[rætta | rætta wikitekst]
  • Kári P. Højgaard var landsstýrismaður í innlendismálum frá 14. november 2011 til 5. september 2013.
  1. Jason Sorens: Secessionism: Identity, Interest, and Strategy, McGill-Queen's University Press
  2. Samtykt á aðalfundi Sjálvstýrisfloksins tann 19. apríl 1997.
  3. Úr Handbók Føroya Løgtings, 1995
  4. Úr Handbók Føroya Løgtings, 1995
  5. "Nú er Kári aftur formaður í Sjálvstýrisflokkinum — aktuelt.fo". 2012-07-08. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-08. http://archive.today/a2FE. 
  6. Jógvan Skorheim formaður í Sjálvstýrisflokkinum Archived 2015-04-16 at the Wayback Machine, in.fo
  7. Jógvan Skorheim farin úr Sjálvstýri, kvf.fo, 23. februar 2021
  8. Kári fyribils formaður í Sjálvstýri, kvf.fo, 23. februar 2021
  9. Sjálvstýri nýggjan floksformann, vp.fo, 18. 12. 2021
  10. Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo