Jump to content

SMS (sølumiðstøð)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
SMS
Slag av virkiSølumiðstøð
Stovning1977
StovnariHans Mortensen
Opnað1977
HøvuðssætiTinghúsvegur 47
LyklafólkNiels Mortensen
SlagorðEin býlingur í Havn
Úrslit14.489.000 kr. (2018)
EigariNiels Mortensen, Kaj Johannesen
DótturfeløgBurn, Dvøljan, Miðlon, Power
Netsíðasms.fo

Sølumiðstøðin SMS varð latin upp 2. november 1977 og er broytt og vaksin støðugt síðani. Har eru handlar av ymiskum slag, matvøruhandil, klædnahandlar, tónleikahandil, bókahandil, brilluhandil, tógvhandil, ítróttarhandil osfr. Har eru eisini matstovur, nevnast kunnu t.d. Burger King, Baresso og Sunset Boulevard.

Parkering fyri bilar er á økinum rundanum SMS og í einum parkeringskjallara undir parkeringsplássinum. Bilar kunnu parkera har í 2 tímar.

Í 1986 byrjaði SMS at hava barnaparkering, har nakrar kvinnur frá pensiónistafelagnum í Havn átóku sær at ansa børnum hjá kundunum í SMS. Henda tænasta er ikki til longur.

Síðani SMS læt upp á heysti 1977, hevur húsið verið undir støðugari menning, og fleiri byggistig eru tikin síðani SMS kom upp at standa. Tann 26. oktober 2006 læt SMS upp aftur eftir umbygging við fleiri handlum og tilboðum. Endaliga umbyggingin við nýggjum millumbygnini millum Apotekið og Sølumiðstøðina var liðug á sumri í 2007.

  • Barnaparkeringin í S.M.S. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 4, 1985.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  • Barnaparkeringin í S.M.S. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 4, 1985.