Jump to content

Kirkjubøkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ein kirkjubók ella ministerialbók inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð.

Elstu ásetingarnar fyri Føroyar, um at prestar skulu føra kirkjubók, eru í § 2-8-7 í norsku lóg hjá Christian V frá 1687. Elsta kirkjubókin í Føroyum er fyri Eysturoyar prestagjald, og hon er eisini frá 1687. Um hetta er av tilvild ella ikki, vita vit ikki, men í øllum førum komu kirkjubøkur fyri hini prestagjøldini nógv seinni - Sandoy 1719, Suðuroy 1745, Suðurstreymoy 1757, Norðoyggjar 1760, Vágoy 1797 og Norðstreymoy 1816.

Til 1913 vóru Føroyar býttar upp í 7 prestagjøld:

1) Norðoya Prestagjald
2) Eysturoya Prestagjald
3) Norðurstreymoyar Prestagjald
4) Suðurstreymoyar Prestagjald
5) Vága Prestagjald
6) Sandoyar Prestagjald
7) Suðuroyar Prestagjald

Í dag eru 14 prestagjøld í Føroyum við 60 kirkjum og 60 kirkjuráðum.[1]

Eldru kirkjubøkurnar

[rætta | rætta wikitekst]

Elstu kirkjubøkurnar eru ikki skipaðar einsháttað. Summir prestar førdu kirkjubókina kronologiskt, og aðrir býttu bókina upp eftir kirkjuligum hendingum. Ymiskt er eisini hvussu nógv stendur í bókunum. Summir prestar skrivaðu eisini m.a. trúloving, kirkjugangskonur og skriftarmál í kirkjubókina. Í 1814 komu nýggjar reglur fyri kirkjubóksføring, men hesar reglur vórðu ikki allar fylgdar í Føroyum og síggjast ikki aftur fyrr enn í 1816.

Nýggju bøkurnar eru forprentaðar og hava eina fasta raðfylgju:

1) Fødd dreingjabørn
2) Fødd gentubørn
3) Konfirmeraðir dreingir
4) Konfirmeraðar gentur
5) Vígd
6) Deyðir menn
7) Deyðar kvinnur

Í kirkjubókunum var nú eisini pláss sett av til "tilgangsliste" og "afgangsliste" og "jævnførelsesregister". "Til- og afgangsliste" er yvirlit yvir tey, sum fluttu úr og í prestagjaldið, og "jævnførelsesregister" er navnaskrá, sum vísir til, hvar persónarnir eru skrásettir í kirkjubókini. Allir prestar hava tó ikki dagført hesar teigar eins væl.

Í 1814 kom eisini krav um, at kirkjubøkurnar skuldu førast í tveimum eintøkum - ein høvuðsministrerialbók, sum presturin skuldi føra og ein kontra- ella duplikatministerialbók, sum deknurin skuldi føra. Við tí grundgeving, at deknarnir flestu staðni í Føroyum dugdu so illa at skriva og annars fingu lítla og onga samsýning fyri arbeiðið sítt, vórðu hesi boðini bert fylgd í Tórshavn. Í 1844 fóru tó øll prestagjøld í Føroyum at føra kontraministrerialbøkur.

Nýggjaru kirkjubøkurnar

[rætta | rætta wikitekst]

1. januar í 1893 vórðu kirkjubøkurnar í øllum prestagjøldum býttar um við nýggjar. Tær innhalda fleiri upplýsingar enn tær gomlu. Tá kom t.d. krav um, at starv og føðistaður hjá deyðum skuldi førast í kirkjubókina. Eisini vórðu kirkjubøkurnar tá býttar í tvey, soleiðis at ein bók er fyri føðingar og ein fyri konfirmerað, vígd og deyð.

  1. folkakirkjan.fo
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið