Jump to content

Kastrup Flogvøllur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Terminal 3.
Flogvøllurin sæddur frá luftini

Kastrup Flogvøllur (danskt: Kastrup Lufthavn) er størsti og mest týðandi flogvøllurin í Norðurlondum [1]. Haðani er samband til 150 flogvøllir úti í heimi, og eini 600 flogfør koma ella fara hvørt samdøgur. Atlantic Airways rekur loftvegis samband millum Kastrup Flogvøll og Vága Floghavn, vanliga við millum 2 og 3 fráferðir um dagin. Skalt tú út í heim við flogfari úr Norðurlondum annars, mást tú oftast fyrst til Kastrup og so við øðrum flogfari. Í 2007 avgreiddu tey 21,4 mió. ferðafólk [2]. Haðani er gott flogsamband til allar partar av Danmark, til hini Norðurlondini og runt um heimin.

Bert fáir stórir flogvøllir úti í heimi er so tætt við ein stórbý. Flogvøllurin hevur eisini tann fyrimun, at hann er stutt frá miðbýnum í Keypmannahavn. Metro (linja M2) gongur frá Kastrup flogvølli inn í býin, og bilarnir eru nógvir við ferðafólki á flogvøllinum og av flogvøllinum. Flogvøllurin er á oynni Amager. Amager er havbotnur, sum hevur skotið seg upp úr sjónum. Tí er lendið so flátt og lágt, og tí sera hóskiligt til flogvøll. Av tí at flogvøllurin liggur út ímóti sjónum, kunnu flogførini fyri tað mesta flúgva lágt yvir sjónum, tá ið tey seta seg ella fara á flog. Tá eru tey ikki til so stóran ampa fyri fólkið, sum býr í Keypmannahavn.

Kastrup Flogvøllur er av størstu flogvøllum í Evropa. Fimm flogvøllir í Evropa avgreiða fleiri altjóða ferðafólk enn tann í Kastrup: Franz Josef Strauss Flogvøllur í München, Frankfurt Flogvøllur, Charles de Gaulle Flovøllur í Paris, Schiphol Flogvøllur í Amsterdam og Heathrow Flogvøllur í London. Hvat ið farmaflutningi viðvíkur, er Kastrup Flogvøllur nr 13 í heiminum. Eini 50 flogfeløg úr øllum heiminum flúgva til Kastrup og úr Kastrup [3].

Ein flogvøllur er stórt arbeiðspláss. Fyrst er at nevna tey, sum manna flogførini. Men so eru onnur, sum avgreiða ferðafólk, summi gera flogfør flogbúgvin, onnur gera mat, upp aftur onnur skipa víðføri hjá ferðafólki inn, og nógv, nógv annað. Tilsamans arbeiða 1900 fólk í fyritøkunum á fløgvøllinum í Kastrup [4]. Størsta fyritøkan á Kastrup Flogvølli er SAS. Ríkisstjórnirnar í Svøríki, Danmark og Noreg eiga Scandinavian Airlines System í felag. SAS er sættstørsta flogfelagið í heimi. Aftur at flogførum, hevur SAS handlar, hotell og virki, sum gera mat til flogfør.

Flogferðslan vindur meiri og meiri upp á seg allastaðni. Tí verður bygt afturat øllum stórum flogvøllum, eisini til í Kastrup. Fyri at orka tað, er ætlanin at byggja fleiri farstøðir í Kastrup. Í 1993 varð t.d. nýtt pakkhús tikið í nýtslu. Síðani 1993 eru eisini lagdir nýggir vegir at gera tað høgligari hjá ferðsluni á flogvøllin og av flogvøllinum.

  1. http://www.erantis.com/guide/denmark/index.htm
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-09-27. https://web.archive.org/web/20110927030311/http://www.boarding.no/art.asp?id=29823. Heintað 2011-06-28. 
  3. "Archive copy". http://www.fyidenmark.com/transportation_to_denmark.html. Heintað 2011-06-28. 
  4. "Archive copy". http://www.cph.dk/CPH/UK/ABOUT+CPH/. Heintað 2011-06-28. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið