Harry S. Truman
Harry S. Truman | |
---|---|
Føddur | 8. mai 1884 Lamar, Missouri USA |
Doyði | 26. desember 1972 Kansas City, Missouri USA |
Yrki | Bóndi, vinnulívsmaður, politikari (D) |
Harry S. Truman (føddur 8. mai 1884, deyður 26. desember 1972) var amerikanskur bóndi, vinnulívsmaður, politikari og statsleiðari.
Truman var limur í Demokratiska flokkinum og gjørdist amerikanski varaforsetin í januar 1945. Táverandi forsetin Franklin D. Roosevelt var álvarsliga sjúkur um hetta mundið. Hann doyði bara 3 mánaðir seinni. 12. apríl 1945 varð Harry S. Truman svorin í eið sum 33. forsetin í USA.
Hin 12. mars 1947 helt Harry S. Truman røðu í kongressini í USA. Vanliga verður sagt, at Kalda kríggið byrjar við hesi røðu. Henda røða saman við Marshallætlanini um búskaparligu endurreisnina av Evropa gjørdist m.a. grundarlagið undir hernaðarsamgonguni NATO, ið varð stovnað í 1949.
Truman virkaði sum forseti frá 1945 til 1953.[1] Eftirmaður varð Dwight D. Eisenhower.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Churchill, Truman og Stalin í Potsdam í 1945.
-
Cl. Attlee, Truman og Stalin í juli/august 1945.
-
Í desember 1950 skrivaði Truman undir skjalið, sum lýsti landið í undantaksstøðu í sambandi við Koreakríggið.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Ævisøga: Harry S. Truman, nps.gov (enskt)
- Harry S. Truman Presidential Library & Museum, trumanlibrary.org (enskt)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Harry S. Truman, nps.gov (enskt)