Jump to content

Erlendur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Standmynd av Erlendi bispi á vestursíðuni á Nidarósdómkirkjuni í Trondheim
Magnuskatedralurin (vanliga kendur sum Kirkjubømúrurin)

Erlendur ella Erland (d. 13. juni 1308) var biskupur í Kirkjubø frá 1268 til 1308. Erlendur bleiv 25. januar 1269, í Nidarós-dómkirkjuni, settur í starv sum biskupur í Føroyum.[1] Hann setti bú í Kirkjubø á Kongsgarðinum. Hin 25. Juli 1280 fór Erlendur biskupur til Bergen til krúningina av Erik Præstehader.

24. juni 1298 skrivar Erland biskupur Seyðabrævið, sum er elsta varðveitta skriv í Føroyum.

Erland biskupur fór í uml. ár 1300 undir at byggja Magnus-Katedralin, eisini nevndur Kirkjubømúrurin. Fyri at byggja katedralin var Erland noyddur til at seta skattin upp hjá føroyingum og kravdi, at fólk skuldu arbeiða við at byggja katedralin eisini. Hetta elvdi til uppreistur, og var orsøk til at húsið hjá biskup Erlandi varð brent. Hetta var eisini orsøk til bardagin í Mannafalsdali.

Føroyingar kravdu her eftir, at Erlendur biskupur bleiv settur frá av kongi Hákun 5. Magnusson og sendur aftur til Bergen. Erlendur Biskupur doyði í Bergen 1308.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Erlendr (1269-1308), archive.org