Bernard Longley
Appearance
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/0e/Bernard_Longley_Oxford_Oratory_2_2010-04-18.jpg/220px-Bernard_Longley_Oxford_Oratory_2_2010-04-18.jpg)
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/81/Coat_of_arms_of_Bernard_Longley.svg/220px-Coat_of_arms_of_Bernard_Longley.svg.png)
Bernard Longley (f. 5. apríl 1955 í Manchester), erkabiskupur í Birmingham, er kendur sum ein sera virkin persónur innan altjóða kirkjuligt virksemi (økomeniskt arbeiði) og hevur sera góð viðurskifti við protestantisku kirkjuna og ymsar trúarbólkar í Bretlandi. Bænadikt pávi XVI hevur útnevnt Bernard Longley til nýggjan erkabiskup í rómverskkatólsku Kirkjakirkjuni. Erkabiskupurin hevur áður verið hjálparbiskupur hjá katólska erkabiskupinum í Westminster. Hann avloysir Vincent Nichols sum erkabiskup í Birmingham. Fyrr í 2009 varð Nichols settur í embæti sum kardinalur í Westminster fyri Murphy O’Connor. Westminster er hægsta fyrisætið hjá katólsku kirkjuni í Onglandi og Wales.