Amerikonsku Jómfrúoyggjar
| |||
Tjóðarslagorð: United in Pride and Hope | |||
Tjóðsangur: Virgin Islands March | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Charlotte Amalie | ||
Forseti | Joe Biden | ||
Guvernørur | Albert Bryan (D) | ||
Fullveldi | Onki 1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
346,36 km² 1,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
105 275 354/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari (USD) | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .vi og .us | ||
Telefonkota | +1
| ||
1Undir amerikonskum yvirræði. |
Amerikonsku Jómfrúoyggjar (enskt: United States Virgin Islands) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA, sum fyrr vórðu kallaðar Vesturindisku oyggjarnar, tá tær vóru undir donskum ræði. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hesar oyggjar liggja tætt við Puerto Riko; hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 346,36 ferkilometrar, sum liggja umleið 64 km eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin er ein av fimm fólkaðu amerikonskum hjálondunum. Størsti býurin, ið er Charlotte Amalie, liggur sunnanvert á oynni St. Thomas. Býurin er eisini høvuðsstaður.
Oyggjarnar eru umleið 80 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Saint Croix, Saint Thomas og Saint John eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Tann størsta, Saint Croix, er 214,7 km2 ella umleið 2 ferðir størri enn Sandoy. Landið hevur umleið 104 túsund íbúgvar í 2014. Oyggjarnar vóru fyrst spanskar og siðan danskar frá 1691 til 1917. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava sjálvstýri, men eru nú undir amerikonskum yvirræði. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 13 %).[1] Málið tey tosað er kreólskt, ein blandingur av enskum, donskum[2] og upprunamáli. Men skriftmálið er enskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Almenna málið er enskt.
Høvuðsvinnurnar eru ferðavinna og landbúnaður. Heitt er veðurlagið, og ofta regnar, so væl fæst burtur úr jørðini. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna á flestu Jómfrúoyggjunum; fólk úr øllum USA koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Jómfrúoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Charlotte Amalie, á oynni Saint Thomas, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi.[3] Fín strond breiðir seg úr vestur til eystur - frá miðbýnum í Charlotte Amalie. Umframt hesar stóru strendurnar finnast fleiri smærri strendur uttan fyri býin. Umleið 7 km norðan fyri Charlotte Amalie finnur tú eina av bestu strondunum, Magens Bay. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Íbúgvar á Jómfrúoyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Evropearar leggja Karibia undir seg
[rætta | rætta wikitekst]Evropearar týndu upprunafólkið; tey sum ikki vórðu myrd, doyðu av smittandi sjúkum, ið niðursetumenninir bóru við sær. Men arbeiðsmegi mátti verða útvegað til sukurlundirnar, og tí vórðu túsundtals trælir fluttir hagar úr Afrika. Mangir doyðu av ræðuligu arbeiðsumstøðunum, vánaliga kostinum og ringu bústaðarviðurskiftunum. Men teir afrikanarar, sum ikki doyðu, fingu stóra ávirkan í oyggjunum. Mesta fólkið nú á døgum er ættað frá afrikonskum trælum.
Undir donskum yvirræði
[rætta | rætta wikitekst]Tætt eystan fyri Puerto Riko átti Danmark 3 oyggjar, St. Thomas, St. Croix og St. John (á donskum: De dansk-vestindiske øer). Eini 251 ár høvdu teir hesar oyggjar í valdi [4]. Nógv sukur varð dyrkað á oyggjunum, og eina langa tíð góvu tær nógv av sær, tí sukrið gekk í góðum prísi í Evropa. So fóru menn í Evropa at dyrka sukurrøtur, og tá fall prísurin á rørsukrinum nógv [5]. Teir høvdu trælir úr Afrika at arbeiða fyri seg. Í 1733 kom eitt skip úr Afrika við trælum til Jómfrúoyggjar. Í skipsdagbókini stendur: “Fyrst í mars fóru vit úr Guinea við 443 trælum. Áðrenn farið var avstað vóru 90 deyðir. Vit komu til St. Thomas 7. mai, Gud havi lov fyri náði hansara. Tá vóru bara 244 trælir eftir á lívi. 199 doyðu (…). Frá 7. mars doyði ein trælur um dagin, men Gud hjálpti okkum, tí vit fingu góðan prís.” Sjóhetjan Peter Wessel Tordenskjold var sín fyrsta túr við einum slíkum trælaskipi. Skaldið Ludvík Holberg setti pening í henda handil. Í 1759 høvdu trælir á einari av oyggjunum í umbúna at gera uppreistur, men ætlanin varð avdúkað. Dómarin, sum skuldi døma teir skuldsettu, var norðmaður og átti væl av jørð. Hann sendi stjórnini í Keypmannahavn eina frágreiðing um avrættingarnar. Hann skrivar soleiðis: “Fyrst vórðu teir píndir við gløðandi tongum. Síðani vórðu teir hongdir eftir høvdinum í ein gálga. Ein hundur var hongdur saman við. Gomar livdi í hálvan tíma, so kvaldist hann. Georg livdi í tríggjar tímar, so kvaldist hann. Londan livdi í 12 tímar, so kvaldist hann eisini.” Síðani var ongantíð uppreistur á Jómfrúoyggjum.
Aftan á 1900 hildu summir danir, at tað loysti seg ikki at eiga oyggjarnar - fólkaatkvøða varð hildin, og meirluti var fyri at selja. Tá so fólkið í oyggjunum kravdi at verða leyst frá Danmark, vóru oyggjarnar í 1917 latnar til USA fyri 70 mill. krónur (DDK) [6].
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Amerikonsku Jómfrúoyggjar liggja í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Jómfrúoyggjar, í Karibia. Oyggjarnar liggja í Karibiahavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Puertorikonsku Jómfrúoyggjar og Bretsku Jómfrúoyggjar. Oyggjarnar liggja um 64 km eystanfyri Puerto Riko. Jómfrúoyggjar eru partur av Smáu Antilluoyggjunum og av Leewardoyggjunum. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er eitt oyggjaland við 80 oyggjum, har fýra tær størstu eru Saint Croix, Saint Thomas, Saint John og Water Island. Flest fólk búgva á Saint Thomas, men størsta oyggin er Saint Croix. Oyggin Saint Croix er 207 km² til støddar, t.e. nakað størri enn Vágar, sum er 177 km². Saint Croix er eisini tann syðsta av Jómfrúoyggjunum.
Amerikonsku Jómfrúoyggjarnar eru 1 910 km² til víddar. Oyggjarnar liggja 966 km norðanfyri Venesuela, 64 km eystanfyri Puerto Riko og 1 770 km sunnanfyri Florida Keys í Florida. Hægsti blettur á oyggjunum (Crown Mountain) er bert 474 metrar yvir havinum. Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Saint Thomas og Saint John eru rættuliga nær hvørjum øðrum; siglingartíðin er 15 minuttir. Ferjan tekur ferðafólk og bilar. Oyggin Saint John er øll avvaksin við skógi, hon er partur av Virgin Islands National Park. Oyggjarnar eru uml. 65 km norðanfyri størstu oynna Saint Croix. Fáar metrar undir vatnskorpuni eru hugtakandi sjódjór og marglitt korallriv. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava tropiskt veðurlag og eru mest sum allar avvaksnar við tjúkkum tropiskum regnskógi. Ódnir koma javnan inn yvir landið, serliga frá juni til november. Mesta regnið er frá september til november.
Oyggjar
[rætta | rætta wikitekst]Amerikonsku Jómfrúoyggjar eru tilsamans uml. 80 oyggjar: 4 eru bygdar og uml. 75 óbygdar.
Navn | Stødd | Íbúgvar (2010) | Íbúgvatættleiki |
Saint Thomas | 80,91 km² | 51 634 | 638,17/km² |
Saint Croix | 214,66 km² | 50 601 | 235,73/km² |
Saint John | 50,79 km² | 4 170 | 82,09/km² |
Water Island | 1,989 km² | 182 | 91,50/km² |
Harðskapur
[rætta | rætta wikitekst]Landið hevur stórar trupulleikar við bandarelateraðum harðskapi. Sambært Virgin Islands Daily News er tað tann oyggin í Karibia við mest harðskapi, og har vórðu 59 morð skrásett í 2012.[7] Lógloysið er 10 ferðir størri her enn miðaltalið fyri USA. Samanborið við t.d. New York (4,0 morð/pr 100 000) verða 14 ferðir so nógv fólk dripin, 56 morð fyri 100 000 íbúgvar. Miðaltalið í USA er 4,7 morð fyri 100 000 íbúgvar.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Magens Bay, Saint Thomas.
-
Trunk Bay, Saint John.
-
Christiansted, Saint Croix.
-
Kort.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-04-26. https://web.archive.org/web/20200426222025/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/vq.html. Heintað 2014-12-01.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304041938/http://www.yellowpigs.net/linguistics/viwordlist.pdf. Heintað 2014-12-01.
- ↑ Randall Peffer, Randall S. Peffer: Virgin Islands. Lonely Planet, 2001. ISBN 0864427352. Síða 92.
- ↑ http://www.soe.dk/om_jeppe/danmarks_vestindien/danmarks_vestindien.html
- ↑ http://www.sydbank.dk/inc/pdf/sydbankpt/2006-02/side_10-12.pdf
- ↑ http://www.virgin-islands-history.dk/eng/vi_hist.asp
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-08. https://web.archive.org/web/20141208024932/http://virginislandsdailynews.com/news/v-i-homicide-rate-still-among-world-s-highest-1.1434291. Heintað 2014-12-01.