Jump to content

Yvirgangsálopið í Noregi 2011

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hetta er ógvisligasta terroratsókn í Noregi síðan 2. heimsbardaga.

22. juli í 2011 kemur at standa sum tann svartasti dagurin í norsku søguni síðan Seinna heimsbardaga. Norsku myndugleikarnir hava váttað, at bumbuspreingingin í miðbýnum í Oslo og skotálopið á oynni Utøya hava kravt 77 mannalív [1]. Sjey doyðu av spreingingini í Oslo, og 68 doyðu á Utøya, har ungdómslimir hjá Arbeiðaraflokkinum hildu eitt tiltak. Í minsta lagi 98 fólk eru særd. "Tað var við skelki og stórari sorg, at vit frættu um bumbuálopið í Oslo", skrivar løgmaður til Stoltenberg.

Allar gitingarnar um altjóða yvirgang frá víðgongdum bólkum úr Mið- ella Fjareystri tagnaðu, tá norski løgmálaráðharrin Knut Storberget 22. juli kundi vátta, at løgreglan hevði handtikið ein norskan ríkisborgara við etniskum norskum uppruna. Sjónarváttar á Utøya høvdu longu tá sagt, at tað var ein høgur ljósur maður, sum tosaði eina dialekt frá eystlandsøkinum, ella eina dialekt sum kom frá Oslo ella onkrastaðni kring norska høvuðsstaðin.

Noreg er rakt av einari nasjonalari vanlukku, segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, tá greiða fekst á, at í øllum førum 76 fólk høvdu mist lívið, og nógv tíggjutals vóru skadd í teimum báðum álopunum á stjórnarbygningarnar í Oslo og ungdómsleguna á Utøya. Erna Solberg, leiðari í borgarliga flokkinum Høyre, segði við NRK 23. juli, at hetta er ein vanlukka, sum rakar øll í Noregi. Hon vísti á, at tey 68 dripnu á Utøya umboðaðu framtíðina í norskum politikki, og at eitt heilt ættarlið í norskum politikki kemur at hava hendan ræðuleikan við sær.

Higartil hava yvir 1,3 mió. persónar teknað seg í bólkin á Facebook "Tenn et lys for de døde og skadde etter tragedien i Oslo og Utøya" [2].

Stjórnarbygningarnir í Oslo

[rætta | rætta wikitekst]
  • Nú er talið á deyðum og løstaðum hetta:
  • 8 deyð
  • Umleið 30 løstað - hava verið ella eru til viðgerðar á sjúkrahúsi. Støðan er lívshóttandi hjá eini 9-10 av teimum
  • Harafturat eru fleiri persónar ikki afturíafturkomnir.
  • Nú er talið á deyðum og løstaðum hetta:
  • 68 deyð.
  • 66 løstað - hava verið ella eru til viðgerðar á sjúkrahúsi. Ikki greitt hvussu støðan er hjá teimum.
  • Harafturat eru fleiri persónar ikki afturíafturkomnir.

Utøya er ein klekingardepil fyri norska Javnaðarflokkin, og har hava summarlegur verið fyri ungdómsfelagið hjá Arbeiðaraflokkinum, AUF, í nógv ár havt sínar summarlegur. Á Utøya var ein politisk ungdómslega við ungdómum frá umleið 14 árum og uppeftir, og tey deyðu eru eftir øllum at døma fyri ein stóran part heilt ung. Tað vóru umleið 650 ungdómar niður í 14 ára aldur sum vóru á Utøya fríggjadagin.

Stoltenberg er ein av teimum, sum ofta hevur vitjað á Utøya, har ungdómsfelagið hjá norska Javnaðarflokkinum heldur summarlegur og onnur tiltøk. "Eg havi verið á Utøya hvørt summar síðani 1994. Mítt ungdómsparadís er blivið eitt helviti", segði Jens Stoltenberg í eini røðu 22. juli 2011. Stoltenberg skuldi eftir ætlan vitja á Utøya 23. juli 2011 og halda røðu fyri teimum ungu fólkunum.

Óbrúkt spreingievni eru eisini funnin á Utøya [3].

Tíðarlinja

[rætta | rætta wikitekst]

Norska Dagbladet skrivar, at ein gjøgnumgongd av tíðarlinjubi vísir, at Anders Behring Breivik skjeyt tey 85 ungu á Utøya eftir einum tíma, og ikki sum áður upplýst hálvan annan tíma. Sissel Hammer sigur við Dagbladet, at hon skilir, at fólk halda tað vera langa tíð at bíða, men vísir á, at tað tekur tíð at savna mannskapið, fáa tað í verndarbúnar og vápnað, og so skal tað eisini náa at koma fram. Sambært Sissel Hammer, politiovasta í Norðrara Buskerud løgregluøki er tíðarskemaið soleiðis:

  • 17.27: Boð koma um skot á Utøya til Norðrara Buskerud løgregluøki
  • 17.30: Operatiónsmiðstøðin í Oslo løgregluøki fær boð um skot á Utøya
  • 17.38: Oslo løgregluøki fær umbøn um hjálp frá Buskerud løgregluøki
  • 17.52: Fyrsta løgreglupatruljan kemur til økið – men má bíða eftir skikkaðum báti
  • 18.03: Boð um, at bátur er á veg
  • 18.09: Servanda deildin hjá Oslo løgregluøki kemur á staðið
  • 18.25: Servanda deildin fer á land í Utøya
  • 18.27: Drápsmaðurin verður handtikin

Anders Behring Breivik

[rætta | rætta wikitekst]

Norskir fjølmiðlar vóru rættiliga skjótir til at seta navn á hópdrápsmannin, sum framdi yvirgangsálopið í Oslo og á Utøya. Tað var tann tá 32 ára gamli norðmaðurin Anders Behring Breivik, sum varð handtikin og skuldsettur fyri at hava framt spreingingina í Oslo og hópdrápini á Utøya [4]. Fleiri útlendskir miðlar nevndu eisini skjótt Breivik sum gerningsmann. Fyrsti miðil við mynd og navni var Verdens Gang, sum legði hetta út um eitt-tíðina 23. juli. Anders Behring Breivik var handtikin á Utøya stutt eftir at tíggjutals fólk á leguni hjá ungmannafelagnum hjá norska Javnaðarflokkinum vórðu skotin og dripin.

Tann tá 32 ára gamli Anders Behring Breivik segðist vera virkin á ytsta høgravonginum í Noregi, og kann hava fingið íblástur frá millum annað Timothy McVeigh, ið tók lívið av 168 fólkum, tá hann sprongdi bumbur í Oklahoma City tann 19. apríl 1995. McVeigh bleiv dømdur til deyða og er avrættaður. Breivik legði í níggju ár ætlanir um álopini. Maðurin var ikki kendur av løgregluni og var ikki fyrr dømdur fyri nakað álvarsligt.

Sambært NRK hevði tann 32 ára gamli norðmaðurin tilknýti til landbúnaðin og dámdi væl at veiða. NRK segði, at maðurin hevði tilknýti til landbúnaðin, og at hann á tann hátt hevur havt atgongd til kunstøð, ið kundi vera grundarlagið undir risabumbuni sum brast millum stjórnarbygningarnar í Oslo. Til samanbering kann sigast, at bumban, sum fyri nú fleiri árum síðani sprongdi amerikansku ambassaduna í Kenja í luftina, var framleidd úr 12 tonsum av kunsttøðum, og sama tilfar varð eisini nýtt til bumbuatsóknina í Oklahoma. Automatvápnini sum hann brúkti kann hann hava fingið hendur á gjøgnum síni áhugamál fyri at veiða. Tann 32 ára gamle Breivik skal vera virkin í tí víðgongda høgraumhvørvinum í Noregi, og hann eigur tvey vápn sum eru skrásett í hansara navni.

Síðani kom fram at hann hevur havt bústað á tí sum norðmenn kalla "beste vestkant" í Oslo. Í hesum liggur at hann hevur bústað í tí partinum av Oslo har tey mest múgvandi búgva, og har fægst tilflytarar frá økjum uttanfyri Evropa búgva. Breivik var limur í Fremskrittspartiet. Men flokkurin var ikki nóg ekstremistiskur fyri Breivik, so hann meldaði seg úr FrP [5]. Hann er skuldsettur fyri hendingarnar, og skuldsetingin er terror, sum í mesta lagi kann geva 21 ára fongsul.

Breivik er ímóti tilflyting og at fólkasløg búga saman. Her er nakað av tí hann hevur skrivað um á Document.no. Anders Behring Breivik hevur hildið seg kúrran seinastu mánaðirnar, men á Twitter síni hevur hann skrivað, at "ein við sannføring kann útynna meira, enn 100 000 við áhuga". Sambært verjanum segði drápsmaðurin, at tað var ræðuligt, men neyðugt, sum hann gjørdi [6].

Higartil hevur stóri spurningurin verið, um Breivik, var einsamallur um illgerðina ella ikki. Sjálvur sigur hann, at hann var einsamallur [7], men løgreglan arbeiðir av kraft upp á at eftirkanna um hann sigur satt ella ikki. Fleiri av teimum, sum sluppu av politisku ungdómsleguni á Utøya við lívinum, hava greitt frá, at tað var ikki bara ein maður, sum skeyt.

Í manifestinum, ið Breivik kallar: "2083 - A European Declaration of Independence", greiðir Breivik frá, hvussu ætlanir sínar skulu gjøgnumførast, og at hann kennir seg sum ein krossfara [8]. Seinastu síðurnar í manifestinum er ein dagbók yvir seinastu dagarnar fram til álopið. Eitt dømi um hetta er um fríggjadagin 7. juli í 2011, tá hann skrivar um grannan hjá sær: "So leingi hann sníkir seg á mína ogn, so fer hann at forsinka mær heilt nógv, tí verði eg noyddur til at seta eyka trygdartiltøk í verk". Mánadagur 18. juli 2011: "Innara løðingin er liðug. Havi lastað vørubilin. Eri móður! Men ein góð venjing". Manifestið endar við tekstinum: "Eg haldi, at hetta er mítt seinasta innlegg. Tað er nú 22. juli 2011, og klokkan 12.51".

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður hevur sent norsku stjórnini samkensluskriv eftir ræðuligu hendingarnar í Oslo:

"Til statsminister Jens Stoltenberg og det norske folk

På vegne av det færøyske folk og regjering vil jeg uttrykke vår hjerteligste medfølelse i denne forferdelige situasjon. Det var med sjokk og stor sorg, at vi hørte om bombeangrepet i Oslo i dag.

Færøyinger har et nært og godt venskap med Norge og nordmenn, og denne tragiske hendelse berører oss dypt. Våre tanker er med de omkomne, skadete og pårørende.

Kaj Leo Holm Johannesen Færøyenes lagmann"

  1. http://www.tv2.no/nyheter/innenriks/krim/en-skadd-etter-utoeyaskyting-doede-paa-sykehus-3545235.html
  2. http://www.facebook.com/event.php?eid=244185822272540
  3. http://abcnews.go.com/Blotter/oslo-norway-terror-attacks-toll-upped-87-norwegian/story?id=14135844
  4. TV2.no
  5. http://www.vg.no/nyheter/innenriks/oslobomben/artikkel.php?artid=10080640
  6. http://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/article4181944.ece
  7. http://www.vg.no/nyheter/innenriks/oslobomben/artikkel.php?artid=10080693
  8. http://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/article4181891.ece
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo