Papageykar
Pappageykar eru fuglar, sum hava fjaðrar, tvey bein og sum verpa. Pappageykar halda til í Mið- og Suður-Amerika, Afrika, Suður-Ásia og Avstralásia. Pappageykar eru ójavnir á stødd. Undulátar eru smáir, og arur eru stórar. Fleiri pappageykar brúka føturnar sum hendur til at halda í nøtunum, meðan teir bróta tær við krókuta nevinum. Flestu pappageykar hava reiður í træholum ella gera sæt reiður í opum í bakka, lendi ella kletti. Veingjavíddin á reyð-grøna undulátinum kann verða upp í 125 sentimetrar og kropslongdin 94 sentimetrar. Undulátar og onnur pappageykasløg eta ofta leir úr áarbakkum. Í leirinum er nógv natrium, sum er heilsugott hjá pappageykum. Flestu pappageykar eta nøtir, fræ, knubbar og annan plantugróður. Krákur og pappageykar hoyra til gløggastu fuglar í heiminum. Nøkur pappageykasløg duga at herma eftir menniskjum.
Papageykar er ein skipan av fuglum, á latíni kallað Psittaciformes. Undir hesum eru 13 familjur:
- Skipan: Papageykar (Psittaciformes)
- Familja: Aratingur (Aratingidae)
- Familja: Kakadúgvur (Cacatuidae)
- Familja: Vanligir papageykar(Psittacidae) t.d.: Ara, Undulátur
- Familja: Flogmýsapapageykar (Loriculidae)
- Familja: Loriur (Loriidae)
- Familja: Undulátar (Melopsittidae)
- Familja: Spætupapageykar (Micropsittidae)
- Familja: Nestorpapageykar (Nestoridae) t.d.: Kea, Kaka
- Familja: Jørðparakittar (Pezoporidae)
- Familja: Rosellur (Platycercidae)
- Familja: Aðalparakittar (Psittaculidae)
- Familja: Pesquet'sa papageykar (Psittrichidae)
- Familja: Uglupapageykar (Strigopidae) t.d.: Kakapo
Í hesum 13 familjum finnast meira enn 350 ymisk sløg.