Jump to content

Klassisisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
"The Inspiration of a Poet", Nicholas Poussin, 1630.

Klassisisma (en.: Classicism, da.: Klassicisme). Í víðari merking andlig, listarlig stevna við fyrimynd í teirri forna griksk-rómverska mentan; hetta var meginstevnan í endurreisnartíðarskeiðinum í Italia og stóð leingi við har. Í trengri merking er k.(ella nýklassisma) nýtt um ta bókmentastevnuna, sum stóð í hægsta blóma í Fraklandi í 17. øld og hevði munandi ávirkan á bókmentir hjá øðrum tjóðum í 18. øld. Franska k. setti ávísum tekstasløgum ávís formkrøv krøv eftir klassiskum fyrimyndum; eina størsta ávirkan fingu hesi krøv á leikbók­mentir (tær tríggjar eindirnar), og høvuðs­skaldini í k., Corneille, Racine og Molière, fylgdu teimum. K. vendi sær frá tí bólgandi barokkstílinum, vildu halda seg burtur frá kenslu­semi, seta skynsemi í hásætið, stremba eftir skilvísi og greiðari framseting, lýsa alment menniskjanslig eyðkenni heldur enn sjáldsamar einstaklingar. Meginreglurnar fyri k. setti Boileau fram í L'art poétique, "skaldskapar­listin" (1674), sum var skapað eftir Ars poetica Horatiusar. Hansara sjónarmið gjørdust Bíblia hjá nógvum seinni høvundum, hóast tey blanda­ðust saman við hugmyndir hjá upplýsingini í 18. øld (t.d. hjá Voltaire). K. í øðrum londum var meira ávirkað av fronsku k. enn beinleiðis herming eftir fornklassi­skum fyrimyndum. Solei­ðis var í Onglandi (Dryden, Pope), í Týsklandi (Gottsched) og í Norðurlondum (Holberg, Olof Dalin). Seinni í 18. øld leitaðu summir týskir høvundar tó beinleiðis til klassiska mentan (Winckelmann, Lessing), og tann rørslan kom í høvdina við Goethe (1749-1832) og Schiller (1759-1805). Føroyskar bókmentir hava sín klassistiska yrkjara í anda Goethes og Schillers í Janusi Djurhuus (1881-1948), sum týddi fornklassiskan skald­skap og í sínum egna skaldskapi hevði fornklassiskar fyrimyndir, bæði viðvíkjandi ørindislagi (hexa­metur), myndum og hugmyndum. Í høvuðsheitum fjaraði k. út, tá ið 19. øld rann upp.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið