Jump to content

Bris

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bris
Brisið og tilhoyrandi gøgn. Frá vinstru eru tólvfingurtarmurin, Wirsung kanalin (í brisinum) og miltið
Grays subject #251 1199
Lívæðr inferior pancreaticoduodenal lívæðr, superior pancreaticoduodenal lívæðr, splenic lívæðr
Bláæðr pancreaticoduodenal bláæðr, pancreatic bláæðr
Nerv plexus pancreaticus, celiac ganglia, vagus
MeSH Pancreas
Dorlands/Elsevier Pancreas

Brisið, ofta kallað búkspýttkertilin, (pancreas á latíni) er eitt kertilgagn í sodningarleiðini í tí endokrinu skipanini hjá ryggdjórum. Brisið hevur bæði eina eksokrina skipan (hon letur frá sær brissevju, sum inniheldur kveikar til sodningina) og eina endokrina skipan (hon ger nøkur umráðandi hormon, sum t.d. insulin, glukagon og somatostatin). Brisið er uml. 15 cm langt og liggur undir magasekkinum, tætt umfavna av tólvfingurtarminum har tað hevur útbragd í, saman við gallbløðruni.

Brisið hevur í stóran mun bert tvær funktiónir í kroppinum; 99% av brisinum ger sodningarkveikar og brissevju, sum fara út í tólvfingurtarmin ígjøgnum Wirsung kanalina. Brissevjan, saman við gallinum, frá livrini niðurbróta feittevnir, sukurevnir og proteinir, sum koma frá magasekkinum. Hetta ger at tarmurin betri kann upptaka hesi evnini. Brissevjan er eisini ein lútur, sum órinar sýruna frá magasekkinum.

Tað síðsta prosentið av brisinum er hormonframleiðandi vevnaður. Hesin vevnaður er í smáum oyggjum, sum verða kallaðar tær Langerhansku oyggjarnar. Hesar kyknirnar framleiða hormonir sum regulera blóðsukri í kroppinum. Tey mest umráðandi hormonini sum brisið ger er insulin og glukagon. Insulinið, sum verður gjørt í β-kyknunum (beta-kykna), økir um sukurupptøkuna í ymsum kyknum; hjá t.d. vøddakyknum tá ein íðkar ítrótt ella líknandi, og hjá livurkyknum har glukosan (eitt sukurevni) verður goymd sum glykogen í smáum goymslurúmum. Insulin tarnar samtíðis eisini útlátið av tilverandi goymslum av glykogeni. Insulin hevur eisini eina uppbyggjandi ávirkan á ymisk protein, og eina tarnandi ávirkan á niðurbrótingina av feitti og proteinum. Í stuttum tekur insulinið glukosu úr blóðinum og inn í kyknirnar, og av tí sama minkar konsentratiónin av glukosu í blóðinum (blóðsukri fellur). Hitt hormonið, glukagon, sum verður gjørt í α-kyknunum (alfa-kykna) hevur uppá nógvar háttir øvuta ávirkan enn insulin, av tí at tað fær blóðsukri at hækka. Tað stimulerar livrina at frígeva glykogen goymslunar; glykogeni verður síðani aftur umgjørt til glukosu. Síðani stimulerar glukagon eisini útlátið av insulini, fyri at fáa kykninar í kroppinum at taka ímóti eitt sindur av glukosuni, ið tí hækkandi blóðsukrinum.

Sukur (glukosa) er tann mest umráðandi orkukeldan hjá kroppinum, og tað er umráðandi at tað liggur innanfyri eitt vist øki, sum er uml. 4 - 6 mmol/L. Hetta er so tí t.d. heilin kann bert nýta glukosu sum eina orkukeldu, og ikki t.d. feitt. Um blóðsukri fellur ov langt niður kann ein fella í koma og fáa krampar.

Brisið framleiðir eisini ymisk hormon, sum hava ávirkan á hvussu tarmarnir flyta seg, og samanrykkingunum hjá æðrunum.

Sjúkdómafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Av tí at brisið er eitt goymslurúm fyri sodingarkveikar, ger at nakar skaði til tað kann verða deyðaligur. Um hol kemur á brisi, má ein fáa skjóta læknahjálp.

Bris ígerð

[rætta | rætta wikitekst]

(Pancreatitis á enskum). Tað eru tvey sløg av ígerðum, ein kann fáa í brisið, bæði hava ymisk sjúkueyðkenni, og bæði tørva ymiska viðgerð:

  • Akutt ígerð (acute pancreatitis) er ein ígerð, sum kemur sera skjótt, og er ofta úrslitið av alkoholismu ella gallsteini.
  • Kronisk ígerð (chronic pancreatitis) er ein langvarandi ígerð í brisinum.

Diabetes mellitus

[rætta | rætta wikitekst]

Diabetes mellitus er tann mest vanligi sjúkdómurin í brisinum. Bæði høvuðssløgini av diabetes mellitus eru úrslitið av, at okkurt er galið við brisinum. Við týpu 1 diabetes mellitus er tað beinleiðis skaði hendir við β-kyknunum, sum so gera ov líti av insulini. Týpa 2 diabetes mellitus hevur ein fyrst insulin mótstøðu, sum er kent við at ein hevur ov lítið av insulini fyri at útfylla tørvin av tí. Hetta endar so við at β-kyknirnar gera meira insulin, til tær endaliga steðga at gera insulin, av yvirarbeiði. Men hetta kann taka fleiri ár.

Eksokrint bris trot

[rætta | rætta wikitekst]

(Exocrine pancreatic insufficiency, ella EPI á enskum). Hetta er tá brisið ikki klárar at gera nokk av sodningarkveikum, so sodningin verður ófulgjørd. Fólk við EPI hava ofta systiska fibrosu (cystic fibrosis á enskum) ella Shwachman-Diamond Syndrom. EPI kemur av at tað er eitt vaksandi tap av kyknunum sum gera sodningarkveikar. Kronisk ígerð er tann mest vanliga orsøkin av EPI hjá fólkum. Tapið av sodningarkveikum ger at ein fer at mangla føðsluevni.

Systisk fibrosa

[rætta | rætta wikitekst]

(Cystic fibrosis, ella CF á enskum) er ein arvalig sjúka, sum ávirkar allan kroppin, og førir við sær vaksandi avlamni og ov skjótan deyða. CF kemur av, at ein mutatión er í cystic fibrosis transmembrane conductance regulator (CFTR) geninum. Úrdrátturin av hesin geninum hjálpir við at gera sveitta, sodningarevni og slím. Tey flestu fólkini uttan CF hava tvey virkandi kopi av geninum, men bert eitt er neyðugt, fyri ikki at fáa CF; tí er CF ein autosomal resessiv (autosomal recessive á enskum) sjúka. Navnið "cystic fibrosis" kemur av at ein fær "fibrosis" (arrvevnaður) og "cysts" (bløðrir) innaní brisinum. CF ger varandi skaða í brisið, og ein kann eisini fáa pínifulla ígerð í tað.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið